Størsti spurningurin í samband við Saltsilo verkætlanina hevur verið raksturin. Á tíðindafundi í dag avdúkaði Ólavur Rasmussen, at verkætlanin skal rekast við stuiðli. Tá talan er fallin á Saltsilo verkætlanina á Tvøroyri rysta flestu fólk á høvdinum og spyrja seg sjálvi: Hví í hesum døgum, og Hvussu skal raksturin fíggjast.
Ólavur Rasmussen hevði á tíðindafundinum í dag svar til hesar spurningar.
- At tað er neyðugt at fremja verkætlanina nú kemst av, at vit hava fingið tilsøgn um fígging frá Mærsk grunninum, og verður verkætlanin ikki byrjað í ár, fellur tann stuðulin burtur, sigur Ólavur Rasmussen.
- Okkum nýtast ongar pengar frá landinum í ár, men fyri at siga tað orðarætt frá formaninum í Mærsk grunninum: Vi må have et stensikkert juridiskt bindende dokument på pengene. Hvussu hetta kann gerast er væl ein spurningur um bókhald, sigur Ólavur Rasmussen.
Formaðurin fyri Salt grunnin sigur, at tað innan fyri alla rímiligheit kann garanterast, at verkætlanin kann gerast fyri tær 58 milliónirnar, sum játtaðar eru.
Hin spurningin, um raksturin, segði Ólavur Rasmussen:
Grundraksturin verður tryggjaður við stuðli á 4,5 milliónir krónur. Tvær milliónir koma frá Tvøroyrar kommunu og tvær og ein hálv frá landinum.
Eisini varð upplýst, at tíðarætlanin fyri byggingina er tvey ár.