Skal samansjóða økið betur

Ætlanin við uppihaldstrappuni í Vágsbotni er at knýta Bojsensgarð, Vágsbotn og Havnar Kirkju tættari saman.

Í vikuni var borgarafundir í Posthúskjallaranum í Havn, har íbúgvar úti á Reyni og onnur áhugað, vóru kunnaði um ætlanirnar við uppihaldstrappuni í Vágsbotni, hvussu arbeiðið verður skipað og fer at ávirka dagligdagin hjá fólki við síni dagligu gongd í økinum, og har fólk høvdu enn ein møguleika at gera sínar hugsanir og ekkar um málið kend fyri kommununi.

 

ZETA arkitektar greiddu frá, at høvuðshugsanin, tá teir gjørdu miðbýarætlanina, var at fylla nøkur av tómrúmunum í býnum, øki, sum ikki góvu nakað serligt til býin.

 

Teir greiddu frá, at uppihaldstrappan skal vera ein roynd at samansjóða øki millum Bojsensgarð, Havnar kirkju og Vágsbotn. Í dag eru hetta meiri ella minni tríggir avskerdir partar av miðbýnum, men uppihaldstrappan fer at opna øki í størri mun og geva eina betri heildarkenslu.

 

Trappan fer at hava níggju breið trin hjá fólki at sita ella uppihalda sær á á annan hátt. Vanlig trapputrin verða í síðuni út móti Havnar Kirkju, eins og at ein rampa til barnavognar og koyristólar verður gjørd í somu síðu. Soleiðis verður gjørligt hjá mammum við barnavognum og rørslutarnaðum at fáa atgongd til tey flestu, um ikki øll, uppihaldsstrinini.

 

Ein gongubreyt verður gjørd niðan á Bryggjubakka. Runnurin, sum í dag stendur millum vegin og Havnar Kirkju, verður tikin burtur, og gongubreyt lagt í staðin, sum fer at geva eina opnari kenslu har uppi.

 

Bojsensgarður er privat øki og umsitið av einum grunni, men talan er um at opna eitt sindur inn hagar, møguliga bróta nakað av múrinum niður. Sum sagt, so er heildarætlanin at opna økið og samansjóða tað betur í eina heild. Harumframt skal økið ljóssetast. Ljós verður sett í nøkur trapputrin, umframt at onkur av trøunum í Bojsensgarði eisini verða ljóssett.

 

Upprunliga var ætlanin at trappan skuldi gerast í betongi, men hendan ætlanin er slept. Við tað, at so nógv í nærumhvørvinum er úr gróti, so sum Bojsensgarður og garðarnir báðu megin Mylnugøtu, er nú avgjørt at gera trappuna úr føroyskum gróti, sum Føroyskt Grótvirki í Skopum útflýggjar. Seinastu mánaðirnar hevur ein lítil royndartrappa staðið í Vágsbotni, beint aftan fyri Nólsoyar Páll, fyri at kanna, hvussu ein tílík trappa tolir veðrið har niðri.

 

Broytingarnar fara eisini at gera ferðsluviðurskiftini betri, og gera tað tryggari hjá fótgangarum í økinum. Víst var á, at í dag er vanligt, at fólk fara gangandi úr Vágsbotni niðan á Bryggjubakka mitt eftir vegnum, umframt at tað hjá fótgangarum er heldur torgreidd at skilja, hvussu ein skal sleppa úr Tórsgøtu ella Mylnugøtu yvir í Vágsbotn.

 

Brekkan niðan á Bryggjubakka verður í framtíðini einvegis, eins og at vegurin verður snaraður nakað, so at útkoyringin gongur oman í Vágsbotn heldur enn út í Mylnugøtu. Ein nýggjur stuðulsveggur verður bygdur framman fyri hárfríðkanarstovuna í Vágsbotni, og har verður ein bonkur eisini bygdur.

 

Umframt arbeiðið við uppihaldstrappuni, fer Poul Hansen eisini at byggja út samstundis. Veggurin millum vegin og gomlu vørugoymsluna hjá Poul Hansen er í so ringum standi, at hann má gerast av nýggjum. Í hesum sambandi hevur Poul Hansen biðið um loyvi at víðka miðhæddina og grava út inn undir vegin. Upprunaliga varð søkt um at sleppa at grava av vegnum, men hetta var ikki eftirlíkað. Kommunan hevur tó givið Poul Hansen loyvi at grava 1,5 til 2 metrar inn undir vegin.

 

Kommunan sigur, at tað er givið, at ruðuleiki fer at valda, meðan arbeiðið fer fram. Torgið í Vágsbotni verður nýtt til goymslupláss, vegurin niðan á Bryggjubakka verður stongdur fyri ferðslu, og ein stóran part av tíðini fer Mylnugøta einans at hava ein bana. Nógv parkeringspláss eru úti á Reyni, men hesi vera í stóran mun óatkomilig, og tí mugu fólk seta bilarnar aðra staðni í býnum, sum fer at økja trýstið á hini parkeringsøkini í miðbýnum.

 

Eftir ætlan skal trappan vera liðug 27. juni, meðan arbeiðið hjá Poul Hansen verður liðugt beint undan Ólavsøku.