Løgtingsvalið 2004
Nú skal tað vera hugnaligari at fara á løgtingsval á Tvøroyri.
Tí hevur býráðið gjørt av at flyta valstaðið.
Higartil hevur altíð verið valt á kommunuskrivstovuni, men har er lítið pláss og ómøguligt hjá fólki at steðga á eina løtu at práta og enn minni at fylgja við uppteljingini.
Tí hava fólk heitt á býráðið um at flyta valstaðið inn í skúlan í Trongisvági, har umstøðurnar eru munandi betri.
Og Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at sum sagt so gjørt, so hesuferð skulu tvørafólk venja seg við at fara inn í skúlan í Trongisvági at velja.
Tað er bara eitt minus við skúlanum í Trongtisvági og tað er, at hann er so fjarskotin.
Men tað nýtist fólki ikki at óttast fyri, tí býráðið skipar so fyri, at bussar fara at koyra ímillum miðbýin og valstaðið hvønn tíma, allan dagin.
Borgarstjórin sigur, at hetta er fyri at gera eitt sindur meiri burturúr valdegnum og kanska fáa eina sosiala dimensjón upp í valið eisini.
Hetta heldur borgarstjórin hevur týdning, tí vit vita, at fólk eru ógvuliga áhugað í valinum og ikki minst plagdu fólk vera spent at fylgja við, tá ið upptalt verður og inni í skúlanum í Trongisvági eru góðar umstøður.
? Í skúlanum er gott pláss hjá fólki at verða innandura og har er eisini stór matstova, sum eisini verður opin allan dagin.