Tað var Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum í einum grein 52a fyrispurningi til landsstýriskvinnuna vildi hava hava svar upp á spurningar um orkuskiftið.
Ítøkiliga spurdi hann soleiðis:
1. Hvørji ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?
Í svarnum vísir landsstýriskvinnan á, at frá 1. januar 2024 varð bann sett fyri at brúka olju til upphiting av nýggjum húsum og bygningum.
– Talan er um átak í samtykta orku- og veðurlagspolitikkinum. Øll, sum byggja í dag, skulu brúka el til upphiting av bústaðnum og til heitt vatn. Altso er orkuskiftið til upphiting framtíðartryggjað fyri alla nýbygging, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Hon vísir á, at einki bann er fyri innflutningi og sølu av oljuriknum akførum og ongin ætlan er um at seta bann.
– Gongdin er, at útboðið av elbilum økist, meðan útboðið av oljuriknum akførum fækkast.
– At fremja orkuskiftið krevur nýggjar íløgur. At skifta oljufýringina út við elrikna hitapumpuskipan kostar væl oman fyri 100.000 krónur. At keypa ein nýggjan elriknan bil kostar úr umleið 200.000 krónum. Ymisk húski hava ymiskan tørv.
– Tá orkuskiftið er gjørt, gerast rakstrarútreiðslurnar javnari og bíligari, tí elprísurin sveiggjar ikki sum oljuprísurin. Hetta sampakkar væl við, at elframleiðslan hjá SEV alsamt gerst grønari og bíligari, tá minni olja er í elframleiðsluni. Hetta er ein týðandi liður í grøna orkuskiftinum, sum er gott fyri umhvørvið og hjálpir okkum at náa ásett mál til tess at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Hon vísir eisini á, at verandi stuðulsskipanir til umlegging frá olju til el, hava higartil skorið øll yvir ein kamb.
– Jú dýrari íløga, tess størri afturbering, uttan mun til inntøkugrundarlag ella hvussu múgvandi ein er.
– Upplýsast kann, at í 2025 byrjaði niðurlagingin av stuðulsskipanini til elriknar hitapumpuskipanir, so at endurgjaldið av mvg í ár er 50%, næsta ár 25% og í 2028 steðgar tað, sigur hon.
– Í 2025 byrjaði niðurlagingin eisini í stuðulsskipanum til elbilar, so at endurgjaldið av mvg í ár er í mesta lagi 35.000 krónur, næsta ár 17.500 krónur og eisini tað steðgar í 2028. Harumframt er ein niðurlagingarætlan ásett í lógini, so at allir bilar verða javnsettir í 2028, tá talan er um at rinda skrásetingargjald í landskassan, sum elbilar upprunaliga hava verið frítiknir fyri.
– Ístaðin fyri nevndu stuðulsskipanir, ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at fremja orkuskiftið sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svarinum til Jenis av Rana.











