Kenda sangkvinnan Bonnie Tyler var løgd í eftirgjørt óvit, koma, eftir at ein skurðviðgerð ikki gekk eftir ætlan.
Seinni frættist, at hon fekk hjartastøðg, men tað eydnaðist læknum at fáa hana til lívs aftur.
Tyler er innløgd á sjúkrahúsi í Portugal.
Eftir vikur í eftirgjørdum óviti vita útlendskir miðlar nú at siga, at Bonnie Tyler er vaknað úr óvitinum, men at hon framvegis er sjúk, og at ætlaðu konsertir hennara allar eru útsettar til næsta ár.
Í 2006 luttók Bonnie Tyler á MjúS tónleikafestivalinum á Sandi.
Les eisini: in.fo - fyrst og fremst











