Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsti dysturin í 12. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur undir Mýruhjalla á Skála, har heimaliðið tekur ímóti 07 Vestur.
R5 á Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Bæði Skála ÍF og 07 Vestur liggja undir niðurflytingarstrikuni við sjey stigum hvør. Tí er nógv at spæla fyri í kvøld.
21. mars hittust liðini á Dungasandi í Sørvági í dysti í landskappingini, og 16. apríl á sama vølli í dysti í kappingini um løgmanssteypið. Í báðum førunum gjørdist talan um 1-0 sigrar til 07 Vestur.
Hóast hetta hevur Skála ÍF favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Skála ÍF liggja millum: 1,82 og 1,98.
Oddsini upp á javnleik liggja millum: 3,20 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum: 3,15 og 3,75.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












