Skála-málverjin farin heim

Mark Ryutin verður ikki at síggja í Effo-deildini seinast dystirnar

Mark Ryutin var ikki í Skála-málinum, tá Skála í kvøld spældi heimadyst móti ÍF. Og tað verður hann heldur ikki restina av kappingarárinum.

 

Ryutin kom til Skála tíðliga hetta kappingarárið, men hóast hann í fleiri dystum hevur víst satt stórspæl, so hevur hetta ikki verið nóg mikið til at halda Skála omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Heimasíðan hjá Skála skrivar, at Mark hevur fingið boðið fulltíðar sáttmála í Russlandi, og at hann hevur valt at taka av hesum møguleika.

 

Ístaðin verður tað Suni Ernstsson, sum fer at verja málið hjá Skála seinastu dystirnar. Suni var fastur málverji í fjør, tá Skála flutti upp í Effo-deildina, og umframt dystin í kvøld hevur hann eisini spælt í fýra øðrum dystum hetta kappingarárið.