Skála tapti aftur á heimavølli

1. DEILD: Báðir málskjúttarnir hjá EB/Steymi hava royndir í bestu deildini

Niklas T. Kruse legði EB/Streym framum 1-0 í 2-0 sigrinum á Skála í kvøld

Í ólavsøkuumfarinum tapti Skála 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Tað var óvæntað, hóast NSÍ í vár vann 2-1 á heimavølli ímóti Skála.

 

Í kvøld vóru teir næstbestu hjá EB/Streymi gestir í grannauppgerð á Skála. Og aftur í kvøld fóru gestirnir til hús við fullari úrtøku. EB/Streymur vann 2-0. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur 22 stig og er seks stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Skála er framvegis heilt klárt oddalið við 37 stigum – B71 og NSÍ hava á næstu plássunum 29 stig. Men úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar eiga sjálvandi at órógva Sorin Anghel og hansara menn, ið tað í summarsteðginum varð roknað við fóru at halda fram í sama lagi sum higartil og harvið fóru at styrkja fyritreytirnar at standa seg í fremstu røð í 2022.

 

Hjá EB/Streymi var tað merkisvert, at 47 ára gamli Egil á Bø á liðnum. Hann spældi tveir dystir í bestu deildini í 2015 og hevur síðani spælt millum lítið og einki og bara í 2. deild. Framrættaðu Gutti Dahl-Olsen og Niklas T. Kruse hava javnan verið á besta liðnum. Teir vóru í kvøld á næstbesta liðnum, og tað vóru teir báðir, sum eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki skoraðu málini.

 

Í 33. minutti setti Niklas T. Kruse hol á, og tríggjar minuttir seinni økti Gutti Dahl-Olsen um munin til 2-0. Uppleggið átti Arnar Dam.

 

Heimaliðið saknaði toppskjúttan Aksel B. Danielsen, sum hevur skorað 13 mál. Tølini siga, at Skála í kvøld vann 11 hornaspørk og EB/Streymur tvey, og at Skála hevði níggju royndir á og framvið málinum hjá Jóannesi Davidsen og EB/Streymi, og at EB/Streymur hevði seks royndir á og framvið málinum hjá Tóri Traðará og Skála.

 

EB/Streymur skal um eina viku spæla á Argjum, og Skála skal hóskvøldið til Klaksvíkar.

 

 

 

NSÍ – AB 0-4 (0-2)

 

0-1: Teitur Debess Olsen 20.

 

0-2: Mads Zaar 41.

 

0-3: Mads Zaar 75.

 

0-4: Mads Zaar 93.

 

 

 

Skála - EB/Streymur 0-2 (0-2)

 

0-1: Niklas T. Kruse 33.

 

0-2: Gutti Dahl-Olsen 35.

 

 

 

HB - B36 0-3 (0-1)

 

0-1: Gilli Samuelsen 43.

 

0-2: Gilli Samuelsen 75.

 

0-3: Villiam Klein 84.

 

 

 

B71 – Víkingur 2-1 (0-0)

 

1-0: Joel Vazquez 49.

 

2-0: Joel Vazquez 56.

 

2-1: Magnus Jarnskor 83.

 

 

 

FC Suðuroy - KÍ 1-1 (1-1)

 

1-0: Salmundur Bech 37.

 

1-1: Óli Eyðsteinsson Pousen 45.

 

 

 

Skála161213391737
B7116925362429
NSÍ17926403129
Víkingur17827413026
AB15645272522
B3617647263322
EB/Streymur17719293722
HB166010223318
17449223516
FC Suðuroy16349223913

 

 

 

4. august

 

HB – AB

 

5. august

 

KÍ - Skála

 

7. august

 

Víkingur – HB

 

B36 – B71

 

AB – EB/Streymur

 

FC Suðuroy - NSÍ

 

Niklas T. Kruse legði EB/Streym framum 1-0 í 2-0 sigrinum á Skála í kvøld