Eftir 22. leikumfar í 1. deild, sum bleiv spælt í gjárkvøldið, er um at vera endaliga greitt, at í 2016 spælir Skála í Effodeldini.
Skálamenn tryggjaður sær uppflytingina við sigri á heimavølli ímóti einum øðrum uppflytingarkandidati, 07 Vestur. Bert eitt mál kom í dystinum, og hetta einsamalla málið skoraði Jákup Johansen í 91. minutti.
Úrslitið merkir, at Skála er 15 stig frammanfyri júst 07 Vestur. Fimm dystir eru eftir at spæla. Harafturat hevur Skála so nógv betri málmun enn 07 Vestur, at tað er óhugsandi, at tað kann lata seg gera hjá vágamonnum at hála seg inn aftur á oddaliðið í deildini.
Undan dystunum í gjárkvøldið var 07 Vestur annars á øðrum plássi, tá ið B68 vann 1-2 á B36 í Gundadali í tøttum dysti. Sigurin hjá toftamonnum merkir, at teir hava lagt seg á uppflytingarpláss.
Hini úrslitini úr umfarinum í 1. deild síggjast niðanfyri:
Skála-07 Vestur 1-0 (0-0
1-0: Jákup Johansen 91.
B36-B68 1-2 (1-1)
0-1: Kristian Anton Andreassen 41.
1-1: Karl Martin Danielsen 45.
1-2: Andrias á Líknargøtu 70.
Víkingur-MB 7-0 (2-0)
1-0: Svein Justinussen 30.
2-0: Óttar Olsen 39.
3-0: Elias Jóhannesson Lervig 46.
4-0: Magnus Jarnskor 60.
5-0: Magnus Jarnskor 66.
6-0: Ási D. Rasmussen 84
7-0: Hans Jákup Lervig 88.
NSÍ-B71: 3-0 (2-0)
1-0: Helgi L. Petersen 6.
2-0: Helgi L. Petersen 27.
3-0: Jann J. Benjaminsen 60.
KÍ-AB 1-2 (1-0)
1-0: Jóannes K. Danielsen 40.
1-1: Bjarki C. Nielsen 49.
1-2: Dan í Soylu 58.
Stigatalvan í deildini sæst HER.