Skálakona heiðrað fyri langa og trúgva tænastu

Sanna Johannesen fekk fyri kortum tænastuviðurkenning frá Margrethu drotning fyri langa og trúgva tænastu, fyri tað arbeiðið hon hevur gjørt fyri Skála kirkju

Kirkjurnar kring um í landið okkara tiltiknar fyri at vera væl hildnar. Gott fólk tekur sær av teimum og ansar væl eftir teimum. Soleiðis er eisini inn á Skála. Krikjan sjálv er vøkur og kirkjugarðurin er eitt príði fyri bygdina.

Og tað er heldur ikki uttan orsøk. Eins og alla aðrastaðni í landinum eru fólk, sum við størstu virðing fyri kirkjuni og arbeiðið hennara, leggja nógva orku í at fáa alt at síggja so gott út, sum til ber.

Tað er vanligt, at fólk átaka sær slíkar uppgávur, men at tey skulu verða í starvinum í fjøruti ár, er kanska ikki so vanligt.

Men tað hevur Sanna Johannesen av Skála verið. Hon hevur enntá verið í starvinum í 41 ár.


Í meinigheitsráðið í 1957

Sanna Johannesen er fødd í Klaksvík í 1930, men giftist út á Skála í 1955 við Poul Eli Johannesen. Í 1957 varð hon vald inn í meinigheitsráðið við Skála kirkju og hon hevur verið limur í kirkjuráðnum í øll 40 árini.

Í røðuni, sum Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjaranesi, helt tá hann handaði henni heiðursmerki, segði hann millum annað:

? At eiga eina kirkju í bygdini er eitt stórt vælsigilsi. At eiga eitt heilagt stað at vitja bæði í gleði og sorg. Hetta ríkidømið í orði, dópi og borði - í Harrans nærveru.

? Líkasum kirkjan í sær sjálvum er eitt vælsignilsi, so er tað ein signing frá Guði, at Skála kirkja allar dagar hevur átt trúfastaar tænarar. Enntá áðrenn kirkjan var bygd, dugnaðu fólk kirkjuni sum trúfastir tænarar. Eisini í dag eiga vit nærlagdar krikjutænarar, sum røkja hesa tænastu væl og virðiliga. Kirkjuráðið er virkið og tekur væveru kirkjunnar í álvara. Og tað gleðiliga er, at fólkið í Skála kirkjusókn trúfast gongur gøtuna til kirgkjuna.


Verið kirkjuverji í 40 ár

Sanna hevur sum nevnt verið kirkjuverji øll árini síðan hon kom í kirkjuráðið, t.v.s. í 40 ár. Kirkjuverjin hevur evstu ábyrgd av vælveru kirkjunnar, at hon verður hildin rein og nýtilig.

Hon hevur verið stak dugnalig at fáa gott fólk at hjálpa sær, og Jógvan Fríðriksson sigur at Sanna hevur verið stak røsk at gagna kirkjuni, kanska mest tá eingin visti av. Kirkjan hevur øll árini staðið hennara hjarta nær.

? Tað er mær ein gleði vegna Hennara Hátign Drotning Margrethu at handa tær medaljuna, sum viðurkenning og tøkk fyri trúgva tænastu í meiri enn fjøruti ár, segði Jógvan Fríðriksson, prestur, tá hann handaði Sonnu heiðursmerki.


Nógv góð hjálparfólk

Nú skal tað ikki ljóða sum at Sanna hevur gjørt alt arbeiði einsamøll, tí hon hevur dugað væl at fáa gott fólk afturat sær.

Viðlíkahaldið av Skála kirkju er býtt í bólkar sum arbeiða ein mánað í senn. Ikki færri enn 12 bólkar skiftast um at vaska kirkjuna og tað er nakað sum hevur gingið fyrimyndarliga væl, sigur Jógvan Fríðriksson , prestur.

? Hetta kanst tú bara gera, um kirkjufólkið eru góð við kirkjuna, og tað eru skálafólk so sanniliga, sigur hann at enda.

Vit ynskja eisini Sonnu tillukku við heiðrinum.