Øskan ger um seg í Chile

Eitt øskuskýggj frá gosfjallinum Puyehue skapar stórar trupulleikar í flogferðsluni í Suðuramerika

Í gjár vórðu allar flogferðir til og frá argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires avlýstar, og í høvuðsstaðnum í Uruguay, Montevideo vórðu somuleiðis fleiri flogferðir avlýstar.

Mett verður, at fleiri hundrað flogferðir vórðu raktar av trupulleikanum.

Øskuskýggið gjørdi eisini sítt til, at ein fundur millum suðuramerikansku fíggjarmálaráðharrarnar í Buenos Aires í dag mátti avlýsast.

Forsetin í Uruguay, José Mujica skuldi í dag á ein fund í Buenos Aires, har hann skuldi hitta starvsfelaga sín.

- Menniskju ætla, men Gud hevur seinasta orðið, staðfesti Mujica, tá hann í morgun luttók í útvarpssending síni.