Skansin, Tórshavnar Havn og veruleikin
Í dag er ongin framleiðsla eftir í Havn. Tað er onki fiskaarbeiði. Bacalao er tagnað fyri altíð. Nógv aling er í okkara Nólsoyarfirði, men ongin laksur kemur á land í Havn. Tað er onki pelagiskt fiskiloyvi í Havn. Ein trolari eftir, Enniberg. Onki sláturvirki fyri seyð og neyt. Burtursæð frá rullupylsuni hjá Otto Reinert, MBM og Miklagarði, er so at siga ongin matframleiðsla í Havn. Lítið og onki verður framleitt til útflutnings. Saltsølan var einaferð karmur um blómandi vinnulív. Nú nýtir Tórshavnar Kommunu 100 mio kr til marglætisskrivstovur í Saltsølu bygninginum. Einaferð tosaði man um maritimt kraftcentur og gransking í Saltsøluni, góðir tankar men býráðið gloymdi bara, at tað er onki maritimt vinnulív eftir í Havn, og nú er so meginpartin av Saltsøluni útleigað til fyritøku sum selur teldur til almenna sektorin.
Tað fara stórar rembingar fram í okkara samfelagi. Alt rembingar uttan fyri høvuðsstaðin. Bakkafrost, Luna, Varðin, Chr. í Grótinum, Pelagos osfrs., eru feløgini sum í dag seta dagsskránna.
Vøksturin í dag og tann produktiva framleiðsluvinnan liggur í Runavík, Fuglafirði, Klaksvík og Tvøroyri. Tórshavnar Havn hevur livað sera væl av, at meginparturin av framleiðsluni hjá hesum økjum nú í fleiri ár er koyrd til Havnar og so avskipað her. Hetta hevur havt stórar inntøkur í vørugjaldinum til Tórshavn Havn, hóast vøran ikki er framleidd her.
Henda gongd fer at broytast í framtíðini. Bakkafrost verður útbygt, Fuglafjarðar Havn verður útbygd og Faroe Ship er longu byrjað at fara til Runavíkar eftir farmi. Samskip setur nú enn eitt skip inn á rutuni. Skipafeløgini verða noydd at fara har, sum vøran verður framleidd. Alternativið er, at teir stóru framleiðararnir gera síni egnu skipafeløg og sjálvsagt skal vørugjaldið falla, har sum framleiðslan er. Bara frá Bakkafrost verða tað eini 50.000 tons, sum ikki longur fara at koma til Tórshavn, og longu nógv minni inntøkur til Tórshavnar Havn.
Um tvey ár er stóra havnarútbyggingin í Runavík liðug og fer hon at avskipa meginpartin av teimum vørum, sum í dag fara til Havnar. Eisini í cruisevinnuni eru stórar broytingar og fara í summar eini 25 cruise skip til aðrar havnir enn per automatikk til Tórshavnar. Oljuaktiviteturin, tá hesin tekur seg uppaftur, verður allur í Runavík.
Samanumtikið er ætlanin um stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn, har man vil offra Skansan og alt tað vakra økið Yviri við Strond, illa umhugsað og als ikki baserað á kommerciellar veruleikar og framrokningar av framtíðar gongdina í føroysku framleiðsluni.
Ein minni útbygging og dýping av Tórshavnar Havn fer at nøkta tørvin á innflutningi og komandi útflutningi her. Sjálvsagt verða onkrar tillagingar neyðugar, men ikki ætlaða risaútbyggingin.
Samanumtikið kann við vissu sigast, at vørunøgdirnar fra Runavík, Klaksvík, Fuglafirði o.s.frv., fara ikki longur at koma til Havnar, og tað verður nógv minni virksemi í Tórshavnar Havn í komandi árum. Eisini fer undirsjóvartunnilin at økja um virksemið í Eysturoynni og Norðoyggjum, og hann fer eisini at minka týdningin av Tórshavn Havn.
Tað verður tosað um Arktis og møguleikar fyri Havnina. Tankin er áhugaverður, men veruleikan er ein annar og nógvar royndir eru longu gjørdar at fáa meira av slíkum aktiviteti til Tórshavnar, men uttan størri úrslit.
Eg eri borgari í Tórshavn. Føddur og uppvaksin her og vil Tórshavn tað besta, men eg mótmæli at býráðið roynir at gera hesa ørvitisætlan til veruleika og skammskemma Havnina. Tað er mín vón at vit og skil má sigra.