Nógv av hesum kemur sjálvandi fram nú, tí jólini nærkast, og jólagávur skulu keypast. Vit hava kagað innar í hugnaligu umhvørvini og funnið nógv lekkur og øðrvísi ting at leggja undir jólatræið.
Lagt til rættis: Inna Tørnroos
Free Leif pútur
FreeLeif eru tvær ungar kvinnur, Lív Højsted Horsdal og Fríða Berg, ið seyma litríkar pútur úr endurnýtslutoyi og toyi, tær hava keypt uttanlands.
- Tað, ið tykist at vera nyttuleyst fyri onnur, hava vit endurnýtt og sett øðrvísi saman, siga tær báðar.
Púturnar eru til sølu í Baianstovu
Spøkilsi Spookey
Ommusonur Elina Lindenskov teknaði fitta spøkilsi Spookey tá hann var 5 ár, sum omman so fór undir at seyma.
? Spooky sigur huuuh uppá tann fitta mátan, so børn sovna væl og droyma fittar dreymar.
Spookey er at fáa í Baianstovu
Glaslist
Mikkalina Norðberg er aftur millum tær fimm feitu flugurnar og surrar. Hennara litríku glasting fáa teg í gott lag, og sjálvur Sir Elton John fekk ein av hennara fuglum við sær heim, tá hann var á vitjan í Føroyum í summar.
MikkalinaGlas er at fáa í hæddunum uppi yvir matstovuni Áarstovu.
Á rókini
Lív Dam ger hesar vøkru fuglar av leiri og rekaviði.
Hon er eisini partur av teimum feitu flugunum.
Fuglarnir eru til sølu í hæddunum uppiyvir matstovuni Áarstovu.
Verkhúsalist
Tey ymisku verkhúsini kring landið hava eisini jólasølu. Sera nógv fitt og pyntuligt er at fáa, so støkk inn á gólvið hjá teimum.
Verkhús eru at finna á hesum støðum:
Verkstaðið inni á Bakka í Vági
Verkstaðið Vón í Havn
Verkstaðið á Brekku í Klaksvík
Verkhúsið Stíggjur í Saltangará
Verkhúsið í Sørvági