Skapt fleiri enn 600 nýggj arbeiðspláss

Góða gongdin hjá teimum fýra stóru føroysku fiskivinnufyritøkunum Varðin í Gøtu, Framherji í Fuglafirði, JFK í Klaksvík og Palla hjá Mariannu í Klaksvík hevur kastað av sær fleiri enn 600 nýggj arbeiðspláss í Føroyum seinastu fimm árini.

 

Tað vísir ein greining í Vinnuni – eykabalðnum, sum er í Sosialinum í dag.

 

Tær fýra stóru føroysku fiskivinnufyritøkurnar Varðin, Framherji, JFK og Palli hjá Mariannu, hava fingið 391 nýggj starvsfólk eftir bert fýra árum.

 

Í 2010 høvdu hesi fýra feløgini 318 fólk í starvi. Í 2014 var talið komið uppá 709 starvsfólk.

 

Hesi 709 starvsfólkini fingu útgoldið samanlagt 493 milljónir krónur í lønum í 2014. Hetta gevur eina meðalløn upp á 58.000 krónur um mánaðin til tey 709 fólkini.

 

Størsta arbeiðsplássið, sum er komið afturat er Varðin Pelagic á Tvøroyri, har heili 170 nýggj arbeiðspláss eru skapað. Hesi 170 eru við í talinum omanfyri. Afturat hesum er komið nýggja virkið Pelagos í Fuglafirði, ið hevur 70 starvsfólk, og sum Palli hjá Mariannu og Framherji tilsamans eiga 60 prosent av.

 

Eisini Kósin í Klaksvík er latin uppaftur eftir at hava ligið still í langa tíð. Á Kósini eru skapt 140 nýggj arbeiðspláss.

 

Verða hesi nýggju arbeiðsplássini á Kósini og Pelagos løgd afturat kemur talið av arbeiðsplássum upp á 919.

 

Tað vil siga at tær fýra stóru føroysku fiskivinnufyritøkurnar hava skapt í minsta lagi 600 nýggj arbeiðspláss seinastu fimm árini, vísir greiningini hjá Eyðfinni Reyðberg í Vinnuni í Sosialinum í dag.

 

Talan er um rættuliga stórar íløgur. Bara íløgan í nýggju hátøknuligu virkini Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði er meir enn 500 milljónir krónur samanlagt.