Skarv vísir dystin millum KÍ og Molde

Enn einaferð verður KÍ-dystur vístur á Skarv.

Føroyska útisetabarrin Skarv í danska høvuðsstaðnum vísir umrødda fótbóltsdystin týskvøldið klokkan 20:45 millum føroyameistarnar KÍ og norsku meistarnar Molde beinleiðis frá einum fullsettum Tórsvølli í UEFA Champions League.


– Fólk vóru sera spent á Skarv seinast, tá ið KÍ vann á besta liðnum úr Svøríki. Tað var eitt gott kvøld við blandaðum samanhaldi. Tilkomin, ung og vaksin hildu øll við KÍ, sigur eigarin á ølstaðnum, Siri Thorsteinsson, hvørs mamma er ættað úr Klaksvík.

 

Ókeypis atgongd, durasnapsur og dyrar lata upp klokkan 19 á Pilestræde 43 í Keypmannahavn.

 

##med2##

 

Myndir: Edmund S. Jacobsen