Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár fekk kommunan knappar 6,5 milliónir krónur í persónsskatti, og tað var næstan 10,9 prosent meiri enn somu mánaðir í fjør.
Skattainntøkan hjá kommununi hevur verið størri allar tríggjar mánaðirnar í ár enn somu mánaðir í fjør. Mars royndist serliga væl. Tá fekk kommunan 2,3 milliónir krónur í persónsskatti, og tað var heili 14,3 prosent meiri enn í mars í 2013.
Í fíggjarætlanini fyri 2014 er roknað við, at inntøkan verður 26 milliónir krónur.