BÚSKAPUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Tað stendur væl til í Føroyum.
Hetta segði løgmaður í røðu síni í Løgtinginum ólavsøkudag, og sambært teimum nýggjastu tølunum frá Toll- og Skattstovu Føroya vísir tað seg, at skattainntøkurnar higartil í ár hava verið væl hægri í mun til somu tíðarskeið undanfarnu árini.
Hóast verandi samgonga hevur samtykt at veita 90 milliónir krónur í skattalætta, sum verða latnar av landsskattinum, so eru fyribils skattainntøkurnar í ár munandi hægri í ár enn tey undanfarnu árini.
Í 2004 var A-inntøkan hjá føroyingum góðar 6,7 milliardir krónur og alt árið í fjør 6,9 milliardir. Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru A-inntøkurnar longu komnar upp á 4,1 milliard.
Í julimánaði í ár vórðu 600 milliónir krónur skrásettar sum A-inntøka í mun til 545 milliónir í juli í fjør. Besti mánaði í ár fyri landskassan var marsmánaði, tá 642,6 milliónir krónur vórðu skrásettar sum A-inntøka.
Fleiri kommunur hava ta seinastu tíðina hækkað kommunuskattin, men hóast inntøkurnar í kommunuskatti tí áttu at verið hægri, so er inntøkurnar frá kommunuskattinum hægri, enn flestu kommunur høvdu roknað við. Í julimánaði í ár rindaðu føroyingar 100,5 milliónir krónur í kommunuskatti í mun til 87 milliónir krónur sama mánaða í fjør.
Tilsamans hava føroyingar goldið 607,4 milliónir krónur í kommunuskatti teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár í mun til 1,1 milliard alt árið í fjør.