Skattalættarnir hjá Høgna Hoydal

Høgni Hoydal hevur fingið sær til vana at endurtaka uppí saman, at størsta orsøkin til ringu fíggjarligu støðuna sum Føroyar eru komnar í, eru skattalættarnir hjá fyrru ABC-samgonguni. Seinasta dømið um hetta hoyrdu vit í tíðindasendingini hjá Rás 2 á middegi mikudagin 23. september.

Endamálið hjá Høgna við at endurtaka hetta uppí saman, er sjálvandi at fáa fólk at trúgva, at vánaliga fíggjarstøðan hevur einki við niðurskurðin av blokkstuðlinum at gera. Hann vil soleiðis halda sín rygg frían.

 

Men hvør er veruliga søgan aftanfyri skattalættarnar?

 

Sjálvstýrislandsstýrið gav skattalætta

Tann 19. februar 2003 legði Karsten Hansen (táverandi tjóðveldismaður) uppskot fyri tingið um at lækka landsskattin í 2003 og 2004 við tilsamans 125 mió. krónum. Í viðmerkingunum til uppskotið segði Karsten Hansen, at eitt av endamálunum við uppskotinum var at minka um lønartrýstið, soleiðis at tað ikki elvdi til útholing av reallønini, prísvøkstur, inflasjón og harvið versnandi kappingarføri. Skattalættin skuldi við øðrum orðum vera eitt positivt íkast fyri samfelagsbúskapin.

 

Vildu halda fram í 2005 og 2006

Uppskotið varð eftir 1. viðgerð beint í fíggjarnevndina, har meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) skrivaði soleiðis í álitinum: “Hesin skattalættin er liður í einum langtíðar skattapolitikki, ið hevur til endamáls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við samgonguskjalið ein framhaldandi minking í skattatrýstinum í 2005 og 2006.”

 

Hetta vísir at Sjálvstýrislandsstýrið ætlaði at lækka skattin øll árini, meðan tey sótu. Men sum kunnugt, slitnaði samgongan í desember 2003, og tí bleiv tað ABC-samgongan, sum kom at standa fyri skattalættunum í 2005 og 2006.

 

Hongur ikki saman

Um tað var skilagott ella ikki at geva skattalættar, kunnu vit altíð kjakast um, men tað tykist løgið, at Sjálvstýrislandsstýrið gav skattalættar og kallaði teir eitt positivt íkast fyri samfelagsbúskapin, men nú aftaná verða somu lættar hongdir, við húð og hár, um hálsin á ABC-samgonguni og lýstir sum størsta orsøkin til ringu fíggjarligu støðuna, sum Føroyar eru komnar í. Her er okkurt, sum als ikki hongur saman.