Skattalætti fyri økta pensjón

Fyrsta formansrøðan hjá Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni á landsstevnu Javnaðarfloksins í Læraraskúlahøllini í Havn leygardagin var týðiliga merkt av, at flokkurin nú situr við landsins leiðslu ? og tí meira ítøkilig enn vanligt

Eitt tað fyrsta politiska málið, Jóannes Eidesgaard, løgmaður tók upp í formansfrágreiðing síni á Landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum var skattalættin. Hann vísti á, at hetta málið varð tengt saman við eini bøttari pensjónsskipan við tað, at treytin fyri at Javnaðarflokkurin tók undir við skattalættanum upp á 60 milliónir í fýra stigum var, at samgongan gongur við til at inngjaldið í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnini eisini hækkar í stigum upp til 1,5% frá hvørjum parti

- Hetta fer at geva føroyskum pensjonistum eina munandi hækking, og vit hava harvið skapt fortreytir fyri einari eftirlønarnýskipan fyri øll, sum skal hvíla á tríggjar súlur: fólkapensjónina, samhaldsfasta og eina møguliga fakfelagspensjón, segði Jóannes Eidesgaard.

Hann vísti eisini á, at skattalættin ? hóast lýti ? er ætlaður at koma serliga vanligum arbeiðaralønum og miðallønum, sum gjalda hægsta skatt av sínum inntøkum, til hjálpar, og at inntøkur upp á 170.000 kr í dag gjalda toppskatt.

Í sjálvstýrismálinum vísti Jóannes Eidesgaard á, at samgongan hevur »yvirtikið« málið soleiðis at skilja, at hetta ikki longur er eitt øsingarmál, at øll tilgongdin nú verður á føroyskum hondum og ikki longur eitt trætumál við danskar myndugleikar.

Viðvíkjandi ES-málinum nam løgmaður m. a. við tann veruleika, at partar av okkara hvøuðsvinnu ? og aðrari vinnu við, eru farnir og fara á útlendskar hendur. Her setti hann spurningin, um vit ikki heldur eiga at lata høvuðsdyrnar upp og fáa ítøkiligar fyrimunir, heldur enn at lata alt far út gjøgnum bakdyrnar uttan at fáa nakað í staðin.

- Í hesum sera týdningarmikla spurningi muguv it taka politiska støðu, sum vit kunnu brúka í eini íkøkiligari langsiktaðari ætlan, segði Jòannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard nam eisini við granskingarøkið.

- Tá afturstig eru í búskapinum, er meira neyðugt enn nakrantíð at hugsa nýtt. Heldur enn at veita vinnuni beinleiðis rakstrarstuðul, eigur landsstýrið at stuðla upp undir vinnuspírar við at skapa góðar karmar fyri gransking, menning og nýskapan. Í hesum sambandi er landsstýrið farið undir at skipa og samskipa granskingina av nýggjum, so hon í størri mun verður við til at skapa nýggjar vinnumøguleikar innan eitt nú biotøkni og ílegugransking, segði hann.