Skattalætti v.m. til pensionistar

Nakað av orðaskifti hevur tikið seg upp millum kommunupolittikarar um útspælið hjá landsstýrinum viðvíkjandi pensionistunum.

Eg haldi tað ikki vera sømuligt at viðgerða málið soleiðis, at ein fær tað fatan, at pensionistarnir eru okkum ein byrða, og kosta okkum ov nógvar pengar. Tað hava pensionistarnir ikki uppiborið. Tey hava bygt hetta landið upp, og lagt grundarlagið undir vælferðarsamfelagið.

Bætin er hart tiltrongdur, og vónandi verður meir gjørt á hesum økinum framyvir.

Eldraøkið er í dag ein landsuppgáva burturav, og eigur tað tí at vera landið, sum ber allar útreiðslur av økinum, tað verði seg pensjónir, búð- og røktarpláss v.m.

Tað er ikki rætt, at skattalættar, frádráttir v.m., sum Løgtingið gevur borgarum, skulu ávirka kommunalu fíggjarætlaninar. Slíkar útreiðslur eiga at verða fíggjaðar yvir landsfíggjarlógina.

Hetta var eisini niðurstøðan í "Kommunuálitinum", og er aftur staðfest í álitinum um "uppgávu- og ábyrgdarbýti millm land og kommunur", sum løgmaður fekk handað í desember mánað í fjør.

Álitið mælur til, "at skattaskipanin hjá kommunum fyri fysiskar persónar verður so einføld, sum til ber, m.a. at kommunuskattur verður álíknaður persónligu skattskyldugu inntøkuni. Hetta merkir, at landið rindar allar frádráttir: FAS, landskassafrádrátt, rentufrádrátt, skattalætta til sjófólk og at tað bara er landsskatturin, sum verður ávirkaður av skattaloftinum, ið ásett er o.s.fr. Kommunurnar eiga at verða skaðaleysar av umbýti og frádráttum í skattaskipanini, tó so at barnafrádrátturin eigur at verða borin av kommununum, so leingi tær áseta hann sjálvar".

Landið hevur sett strong krøv til fíggjarstýring í kommununum, t.v.s. at kommunurnar so neyvt sum til ber, gera fíggjarætlanir, sum niður í smálutir lýsa, hvussu innkravdi kommunuskatturin verður nýttur. Tað er tí óskiljandi, og í mótsøgn við ætlaða politikkin, at umrøddi skattalætti partvís skal leggjast yvir á kommunurnar. Tað er lætt hjá landsstýrinum at geva skattalætta, tá kommunurnar skulu bera kostnaðin.

Fíggjarmálaráðharrin hevur eisini úttalað seg um málið, men eftir úttalilsunum at døma, hevur hann ikki innlit í viðurskiftini millum land og kommunur, og tí skal eg ikki gera viðmerkingar til tað, bert siga, at kommunurnar ikki skylda landinum nakað, heldur tvørturímóti.

Um landsstýrið meinar nakað við tað sum sagt verður um framtíðar kommunalu skipanina, við fleiri kommunalum uppgávum, eigur landstýrið at hugsað seg um, áðrenn ætlaði skattalættin verður lagdur á kommunurnar.

Tað fer ikki at bera til hjá kommununum at yvirtakað fleiri økir frá landinum, um tær ikki hava fult ræði á sínum fíggjarviðurskiftum.