– Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri, á tíðindafundi morgun.
– Skattaprosentið er lækkað fyri komandi ár, og tað fáa vit einki gjørt við. Men vit ætla okkum at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2017.
Annika Olsen vildi ikki koma nærri inn á, hvussu hetta skal gerast.
– Tað sum vit síggja nú, er at í fíggjarætlanini er íløgukarmurin skorin við 45 milliónum krónum, og at raksturin er hækkaður tilsvarandi. Tað er púra óhoyrt, samstunds sum man signalerar, at langhylur og alt annað skal byggjast, segði Annika Olsen.
– Vit fara at endurskoða fíggjarætlanina, so vit fáa eina rætta fíggjarætlan eftir okkara tykki, segði hon, uttan at vilja nágreina tað nærri.
Men hon segði, at disponeringarnar, sum fráfarna samgongu gjørdi, eru púra óhoyrdar, tí íløgukarmurin hevur ongantíð verið so lágur.
Spurd um skatturin fer at lækka svaraði hon, at spurningurin um skattaprosentið fyri næsta ár er ein hypotetiskur spurningur.
– Tað veldst um inntøkurnar. Vit skulu minnast til, at eitt skattaprosent er eitt inntriv upp á 33 milliónir krónur. Fólkaflokkurin hevur altíð verið glaður fyri skattalætta, men tað skal gerast við skili.
Í valstríðnum lovaði Bogi Andreassen úr Fólkaflokkinum ein skattalætta upp á millum 2 og 4 prosent. Tjóðveldi hinvegin lovaði, at eingin skattalætti verður yvirhøvur.
Á fundinum í morgun varð Bogi Andreassen spurdur, um hann ætlaði at halda sítt lyfti um, at skatturin skuldi lækka 2-4 prosent.
– Ja, hví ikki tað. Kanska yvir 4-6 ár.
Og aftur verður hann spurdur: – Stendur tað lyfti við?
– Eg haldi, at eg má nokk draga eitt sindur í land, og eg sigi sum Gunvør Balle, at vit mugu stinga fingurin í jørðina og vita, hvørjir møguleikar eru. Vit taka spurningin uppaftur síðst í árinum, segði Bogi Andreasen.
Jákup Dam úr Tjóðveldi vísti á, at flokkur hansara nettupp hevði lovað at øvugta, at eingin skattalætti verður. Fráfarna samgonga hevur júst lækkað skattin 0,75 prosent.
Tí kundi bara staðfestast á tíðindafundinum, at skattalættin verður millum 0 og 4 prosent – tí hann er 0,75 prosent í ár.
Restin er »hypotetiskt«, sum borgarstjórin sigur, og verður tikið uppaftur til viðgerðar síðst í árinum.