Bárður Larsen, løgfrøðingur og adjunktur á Fróðskaparsetrinum, skal nú kanna handfaringina hjá Taks í samband við skattamálið hjá Eik.
Tað var Taks sjálvt, sum vendi sær til Fíggjarmálaráðið fyrr í ár, og heitti á hesi um at seta eina óhefta kanning í verk av handfaringini hjá Taks av skattamálinum hjá Eik.
Tí Taks hevur havt ógvuliga skiftandi niðurstøður í málinum - fyrst segði skattamyndugleikin ja fyri 90 milliónum í frádrátti og síðani var niðurstøðan kollvelt til 0 krónur í skattafrádrátti. Tað var handfaringin sjálv - altso tíðin Taks brúkti upp á málið, førleikarnar inni í Taks til at meta um slíkar søgur og so framvegis, sum Taks vildi hava kannað.
Men nú sigur Fíggjarmálaráðið sambært Kringvarpinum, at Bárður Larsen er settur sum bráðfeingisstjóri á Taks, og hann skal kanna handfaringina hjá Taks og spurningin um, hvørt Taks átti at hava latið málið til fútan.
Eyðun Mørkøre verður verandi stjóri á Taks, meðan málið verður kannað.