Skattamálið: Betri fekk niðurstøðuna í málinum í síðstu viku

GREINING: Í farnu viku fekk Betri Samtaki niðurstøðuna í kanningini hjá Bárði Larsen.

Í dag er Súni Schwartz Jacobsen farin frá sum stjóri í Betri Samtakinum og harvið hevur hann sagt allar forstjóra- og nevndarsessir frá sær í samtakinum. Sambært tíðindaskrivinum er orsøkin, at neilig umrøða av Betri Samtakinum seinastu tíðina er skaðilig fyri samtaki, og tí er betri at nýggj fólk koma til. 

 

Tað er tó eisini nærliggjandi at hugsa, at ein orsøk til, at sterki maðurin í Betri samtakinum fer úr størvunum er, at Betri samtaki í síðstu viku fekk at vita, hvat stendur í kanningini hjá Bárði Larsen. 

 

Fyrr í ár setti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, Bárð Larsen sum bráðfeingisstjóra á Taks, tí Bárður Larsen skuldi kanna nógv umrødda skattamálið hjá Betri Banka (tá Eik bank). Bráðfeingisstjórin skuldi kanna, um Taks hevur handfarið skattamálið á nøktandi hátt, og somuleiðis skuldi Bárður Larsen meta um, hvørt Betri Banki hevur latið nøktandi upplýsingar til skattavaldi í hesum førinum. 

 

Tí skattamálið er fleiri ára gamalt og tvær niðurstøður frá Taks liggja í málinum. Fyrru ferð Taks kom til eina niðurstøðu í málinum játtaði skattavaldið bankanum ein frádrátt á 90 milliónir krónur. Seinnu ferð broyttist tó fullkomiliga, tá ið Taks segði, at Eik hevði rætt til goodwill, men virði fór frá 90 milliónum niður á 0 krónur. Ein støða, sum Súni Schwartz Jacobsen fleiri ferðir alment hevur tulkað sum, at skattavaldið var samt við bankanum í tulkingini, men man var ósamdur um upphæddina. 

 

 

Í síðstu viku kom frágreiðingin hjá Bárði Larsen í hendurnar á Betri Samtakinum. Og sum in.fo skilur fekk samtakið til fríggjadagin í hesi vikuni at gera viðmerkingar til niðurstøðuna. Í dag hendi so tað, at Súni Schwartz Jacobsen fór frá. 

 

 

Kristina Háfoss hevur áður sagt, at um niðurstøðan hjá Bárði Larsen vísur, at Betri Banki hevur givið villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar til skattavaldið, so skal málið roynast í rættinum. 

 

 

Fyrst í komandi viku fær Føroya fólk at vita, um málið um tær 90 milliónirnar endar í rættinum ella ikki.