Hóast tað kann tykjast undrunarvert, at niðurstøðan frá Taks broytist so ógvusliga uttan at tað fær rættarligt eftirspæl, so fær tað ikki avleiðingar fyri stjóran í Taks.
Í morgun var leiðslan í Taks á fundi hjá Fíggjarmálaráðnum, har heitt varð á ráðið um seta eina óhefta kanning í verk, sum skal meta um tilgongdina hjá Taks í nógv umrødda skattamálinum.
Eyðun Mørkøre segði við in.fo fyrr i dag, at tað er sjálv arbeiðsmannagongdin, sum skal eftirkannast. Eitt nú, um fakligu førleikarnar á Taks eru í lagi í slíkum málum, um mannagongdir skulu broytast og so framvegis.
Útvarpið segði í kvøld, at Kristina Háfoss váttar fundin og at hon hevur fult álit á stjóranum í Taks, sum also verður sitandi, meðan kanningin verður gjørd.
Orsøkin til umbønina frá Taks um óhefta kanning er, at trúvirðið hjá stovninum kann hava fingið eitt slag fyri bógvin eftir hetta skattamálið hjá Eik.
Og tað elvar eisini til fleiri spurningar, at Taks broytir niðurstøðuna so kollveltandi, uttan at tað fær nakra avleiðingar fyri Eik. Taks hevur eitt nú møguleika at geva bót ella at koyra málið víðari til ákærumyndugleikan, um illgruni er um ósketni ella tað, sum verri er. Men tað hevur Taks ikki gjørt.
Í trý ár hevur Taks viðgjørt málið og er komið til tvær niðurstøður. Eina sum blástemplar 90 milliónir í frádrátti til Eik, og eina, sum sigur 0 krónur. Og kortini er einki illgrunasamt farið fram, heldur also Taks.
Meira um málið í Vikuskiftis Sosialinum í morgin.