Heri Mortensen
býráðslimur valevni fyri javnaðarflokkin
Tvøroyrar kommuna hevur í dag eina samlaða skuld uppá ca. 140 mill. kr, og um vit fáa tað leingi umrøddu saneringina úr kreppulánsgrunninum, verður samlaða skuldin ca. 110 mill. kr.
Tann fíggingin, ið fást kann av hesum 110 mill. kr. verður soleiðis, at vit koma at gjalda ca. 15,5 mill.kr. í rentum og avdrøgum um árið, tey komandi fimm árini.
Samlaðu skattainntøkurnar fyri 2001 eru mettar at blíva ca. 39.3 mill. kr. og um vit beinanvegin draga tær 15,5 mill. kr. frá, eru 23,8 mill. kr eftir til rakstur av kommununi.
Tá ið ein so veit, at raksturin í 2000 verður ca. 25 mill. kr. altso 1,2 mill.kr. meira enn til eru, ja so dugir hvørt smábarn at síggja, at her má gerast okkurt munagott í komandi tíðum.
Og hvat er so uppskriftin?, jú, hon er sparing, sparing og aftur sparing.
Gjalda vit hesar 15.5 mill. kr. um árið í rentum og avdrøgum, hava vit aftaná 4 ár niðurgoldið skuldina við minnst 40 mill. kr. ja, kannska meira, um skattainntøkurnar veksa, sum tær hava gjørt tey seinastu árini. Um vit aftaná 4 ár hava niðurgoldið skuldina til 60 ? 70 mill. kr. er í lagi at seta skattaprocentið munagott niður. Sjálvandi kann hetta eisini gerast so við og við gjøgnum tey komandi árini.
At skattaprocentið so skjótt sum gjørligt verður sett munandi niður er einasta loysnin uppá framburð og virkni her á Tvøroyri. Vi so høgum skattaprocenti sum nú, er eingin hugsingur um at fáa ung fólk at flyta til Tvøroyrar og seta á stovn virksemi, men fer skatturin niður er eingin foring, tí vit hava Grundøkir, barnaansing til øll sum hava tað fyri neyðuni, eisini hava vit frítíðarskúla á Tvøroyri, og mangt annað, so her er eingin foring hjá ungum, at sláða seg niður, tí skattaprocentið skulu vit hava niður.