Skatturin í Vági kvinkar niðureftir

Vágs Býráð hevur nú góðkent fíggjarætlanina

Vágs Býráð hevur nú samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár og í tí sambandi er greitt, at skattaprosentið fer at kvinkað niðureftir, tí tað verður lækkað úr 21,50 prosentum niður í 21,30 prosent. Barnafrádrátturin verður tann sami 6.000 krónur fyri barnið.

 

Skattalættin upp á 0,20 prosent kostar umleið 500.000 krónir. Í fjør var barnafrádrátturin hækkaður 500 krónur fyri barnið og tí verður skattaprosentið lækkað í ár.

 

Næsta ár verða inntøkurnar hjá Vágs Kommunu mettar til 71.593 milliónir. Rakstrarútreiðslurnar verða 62.543 milliónir og íløgurnar verða 7.850 milliónir.

 

Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 46.586 milliónir. Eftirlønarskattur er mettur til 16.031 milliónir, og DIS, FAS og frádráttir annars, verða 4.130 milliónir. Partafelagsskatturin er mettur til tríggjar millión.

 

Næsta ár fer Vágs Kommuna at rinda góðar tríggjar milliónir í skuld. Renturnar verða 300.000 krónur.