Skeinkistað stongdi ikki til tíðina

Eigarin fær eina bót og loyvisnevndin fær eina frágreiðing

Eftir lógini skulu øll skeinkistøð verða stongd klokkan fýra um náttina um vikuskiftið, og tað eru tey allarflestu.

 

Men klokkan 4.06 í nátt varnaðist løgreglan, at eitt skeinkistað í Havnini enn var opið og har var fult av fólki inni. Løgreglan gav sostatt boð um at lata aftur í stundini og at fáa fólk á dyr.

 

Tann, sum eigur skeinkistaðið kann so fegnast um, at lógin varð broytt fyri nøkrum árum síðani, tí annars hevði hann mist skeinkiloyvið. Upprunaliga stóð nevniliga í lógini, at tann, sum breyt hana, skuldi missa skeinkiloyvi, men seinni varð tað so broytt til at viðkomandi kundi missa tað.

 

Løgreglan sigur, at í hesum føri fær eigarin eina bót, og so fær eisini nevndin, sum letur skeinkiloyvini, eina frágreiðing um hendingina.