Skeivt at pumpa pening í útjaðaran

Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, heldur, at tað er skeivt at brúka ov nógvar almennar pengar í útjaðaranum, tí hann er deyðadømdur kortini

- Vit skulu ansa sera væl eftir, áðrenn brúka pening til samfelagsligar útbyggingar í útjaðaranum.

Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann heldur nevniliga, at tað er lítil og ongin vón fyri, at útjaðarin fer at yvirliva í longdini.


Útjaðarin doyr út

Sjálvur væntar hann, at sum frá líður fer útjaðarin at doyggja út og at allir føroyingar fara at búgva í miðstaðarøkinum.

- Tað nyttar onki at berjast ímóti rákinum og rákið er, at fólk vilja búgva í miðstaðarøkinum.

Í hesum sambandi hugsar hann um økið rundan um Havnina, Skálafjørðin, Klaksvík og Vágar.

Hann heldur ikki, at hetta bara er ein spurningur um at skapa arbeiðspláss úti á bygd, soleiðis sum tað ofta verður ført fram.

- Nú á døgum vilja fólk búgva saman og tí nyttar lítið at pumpa pengar í útjaðaran, tí fólk flytir kortini, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at tað vísir seg nú á døgum, at enntá bygdir, sum eru á miðstaðarøkinum, har tað er landfast og sum hava vegsamband, doyggja út, tí fólk leitar inn ímóti miðdeplinum og býunum.


Vilja búgva saman

Hann sigur, at fólk hava altíð búsett seg, har livilíkindini eru frægast. Í gomlum døgum búsettust fólk, har líkindini at dríva landbrúk og útróður, vóru góð.

- Í slupptíðini fjølgaðust fólk saman um teir nattúrligu firðirnar og búsettust hareftir.

- Men nú er slupptíðin burtur og nú eru tað tær sosialu umstøðurnar, tænastustøðið og onnur viðurskifti, sum fær fólk at fjølgast býunum, tí tey vilja búgva saman.

Hann staðfestir, at tískil nyttar tað onki at blíva við at pumpa pengar í útjaðaran fyri at halda lív í honum, tí tað er dømt at miseydnast.

Hann sigur eisini, at fólk eiga eisini at fyrireika seg upp á, at tess longri tey búgva burtur frá miðstaðarøkinum, tess verri er tænastustøðið.

- Eg búgvi sjálvur á Strondum, men tað er ikki óvanligt, at eg má koyra ein heilan tíma yvir til Runavíkar eftir onkrum, sum er púra vanlig gerandisvøra á stórplássum, men sum ikki fæst á bygd.

- Og á útoyggj er tænastustøðið sjálvandi uppaftur verri og tað hava fólk ikki hug til.

Men fyri at gera tað ómakaleyst at koma aftur og fram í miðstaðarøkinum, ivast hann ikki í, at tann mest týdningarmikla íløgan, sum stendur fyri framman, er at gera Eysturoyartunnilin.

- Undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy eigur at verða tann næsta stóra samfelagsíløgan, sigur Helgi Abrahamsen.


Hugsa um nyttuna

Hinvegin ásannar hann eisini, at so leingi fólk búleikast í útjaðaranum, er neyðugt hjá politikarunum at gera tað liviligt í útjaðaranum.

- Tað er tvístøðan, vit eru í. Vit hava skyldu til at gera tað liviligt úti um landið, men vit eiga at ansa væl eftir, at vit ikki brúka ov nógvan pening, tí fólkið flytir og so liggja allar íløgurnar til onga nyttu og verða bara brúktar til frítíðarítriv hjá fólki.

-Tá ið vit gera eina íløgu, mugu vit altíð hugsa um, hvussu stóra nyttu, vit fáa burtur úr henni og hvussu stórt samfelagsgagn, hon ger.

- Tí mugu vit ikki koma í ta støðu, at vit gera ovurstórar íløgur og at tað aftan á vísir seg, at ongin fekk nyttu av teimum, sigur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.