Skelkur, dramatikkur og ein óður Ronaldo

HM 2022: Luksemborg og Malta stóðu fyri skelkinum, meðan dramatikkurin var í Serbia

Fyrr í kvøld skrivaðu vit um Turkaland, sum hevur kós móti HM-endaspælinum longu aftaná tvey umfør. Seinni í kvøld hava fleiri dystir verið í undankappingini, og tað er nokk at skriva um.

Luksemborg hevur í kvøld vunnið 1-0 á útivølli móti Írlandi, Malta hevur spælt javnleik 2-2 á útivølli móti Slovakia, meðan Cristiano Ronaldo helt at hann hevði avgjørt dystin móti Serbia, men uttan máltøkni bleiv hann snýttur fyri sítt mál.

Bólkur A:

Her er nógv at skriva um, sjálvt um tað bara vóru tveir dystir. Í Dublin vann Luksemborg púra óvæntað 1-0 á Írlandi. Málið skoraði Gerson Rodrigues, sum spælir við Dynamo Kiev, fimm minuttir fyri tíð. Írska landsliðið hevur tað trupult fyri tíðina, og landsliðsfótbólturin í Luksemborg er á veg fram, men hetta er framvegis ein skelkur.

Í Beograd var dramatikkur, tá Cristiano Ronaldo skoraði til 3-2 í 93. minutti, men hjálpardómarin metti ikki at bólturin var innanfyri. Tað vístu sjónbandamyndirnar, at hann var. Cristiano Ronaldo bleiv so óður, at hann fór av vøllinum og tveitti liðskiparabandið frá sær. Tað er ongin máltøkni ella VAR í HM-undankappingini.

Portugal kom annars á odda 2-0 við málum frá Diogo Jota, men Serbia svaraði aftur við millum annað einum máli frá Aleksandar Mitrovic. Nógv bendir á, at tað verður ein dystur millum hesi bæði at vinna bólkin, tá Írland eftir tvey umfør einki stig hevur fingið.

##med2## 

Støðan:

1.     Serbia 4

2.     Portugal 4

3.     Luksemborg 3

4.     Aserbadjan 0

5.     Írland 0

Bólkur E:

Her møttust favorittarnir úr Kekkia og Belgia. Úrslitið bleiv ein 1-1 javnleikur. Romelu Lukaku javnaði fyri Belgia, eftir at Lukas Provod hevði lagt heimaliðið á odda. Fyrr í kvøld vann Hvítarussland 4-2 á Estlandi, sum nú hevur latið tíggju mál inn upp á tveir dystir.

Støðan:

1.     Kekkia 4

2.     Belgia 4

3.     Hvítarussland 3

4.     Wales 0

5.     Estland 0

Bólkur H:

Eftir fleiri uppgerðir móti Malta seinastu trý árini, so er tað áhugavert sæð við føroyskum eygum, at Malta í kvøld spældi javnleik 2-2 á útivølli móti Slovakia. Malta var enntá á odda 2-0 í hálvleikinum. Luke Gambin og Alexander Satariano skoraðu málini, men longu tíðliga í seinna hálvleiki var tað 2-2. Malta stóð tó ímóti vann sær eitt flott stig.

Russland hevur fulla úrtøku eftir tvey umfør. Teir vunnu í fyrsta umfari móti Malta og nú 2-1 móti Slovenia. Kroatia vann 1-0 á Kýpros, men finalistarnir frá HM-2018 hava ikki verið sannførandi.

Støðan:

1.     Russland 6

2.     Slovenia 3

3.     Kroatia 3

4.     Slovakia 2

5.     Kýpros 1

6.     Malta 1