Skelkur í Premier League: Chelsea hevur koyrt venjaran

Premier League: Eftir at hava keypt stórt inn í summar, so hevur Chelsea koyrt venjaran

Chelsea boðar í dag frá, at felagið hevur koyrt venjaran, Thomas Tuchel. Chelsea tapti í gjár púra óvæntað móti Dinamo Zagreb í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League.

 

Úrslitini hjá Chelsea hava verið misjøvn í byrjanini av kappingarárinum, men tað kemur óvart á, at venjarin er koyrdur. Chelsea hevur í summar fingið nýggjan eigara í Todd Boehly, sum keypti felagið frá Roman Abramovich.

 

Todd Boehly hevur keypt í selt fyri so nógvar pengar í summar, at viðmerkjarar halda fyri, at hann spælir kenda venjaraspælið, Football Manager, í veruliga lívinum. Tað hevur tó ikki gingið so væl á vøllinum og eftir dystin í gjár var Thomas Tuchel atfinningarsamur á tíðindafundinum. Tað var dropin, ið kostaði honum starvið.

 

Thomas Tuchel kom til Chelsea í januar 2021, tá hann tók yvir eftir Frank Lampard. Eftirfylgjandi vann Chelsea Champions League. Fyrstu metingarnar siga, at Mauricio Pochettino er favorittur at taka yvir.