- Vit eru fólk, sum liva av sama tilfeingi, og vit skilja hvønn annan. Hetta er orsøkin til, at eg gjørdi av at liva við framhaldi av verandi sáttmála Seinnapartin í gjár samdust Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinson, fiskimálaráðharri, um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2008.
Samlaða botnfiskakvotan hjá føroyskum skipum undir Íslandi í ár verður framhaldandi 5.600 tons, eins og toskakvotan upp á 1200 tons er óbroytt.
Eins og toskastovnurin undir Íslandi er illa fyri, er kalvastovnurin tað eisini. Tí samdust partarnir um, at kalvakvotan minkar úr 80 tonsum niður í 45 tons. Tað eru nøgdirnar av eitt nú hýsu, longu og brosmu, sum kompensera minkingina í kalvaveiðini.
Bæði Tórbjørn Jacobsen og Einar K. Guðfinsson søgdu seg vera nøgdar við nýggja sáttmálan, tá Portalurin hitti teir eftir samráðingarnar í gjár.
- Avtalan er prógv um, at íslendingar enn einaferð í verki vísa seg um brøðratjóð okkara. Vit hava fingið somu nøgd av toski, hóast íslendingar hava skert sína egnu toskakvotu við 33% - úr 195.000 tonsum niður í 130.000 tons, sigur Tórbjørn Jacobsen, fiskimálaráðharri.
Einar K. Guðfinsson sigur, at tað verða ikki øll í Íslandi, sum verða nøgd við, at føroyingar varðveita sína toskakvotu, meðan íslendska fiskiveiðan er skerd so munandi.
- Men vit hava eitt gróðrarríkt samstarv, sum eg haldi hevur stóran týdning fyri londini. Vit eru grannatjóðir, og vit eru vinfólk tvørtur um landamørk.
Einar K. Guðfinsson sigur, at hann kemur av íslendska norður-vesturlandinum, har sambondini millum londini hava verið sterk.