Skiftandi black-out

Sjáldan hevur dystargongdin verið meira skiftandi, enn hon var tað í kvinnudystinum á Hálsi sunnudagin

Hondbóltur

 

Mótgongdin hjá Neistanum hevur verið tung seinastu vikurnar. Og hon tóktist bara standa við sunnudagin.

Eftir fyrstu 10 minuttirnar av dystinum móti StÍF stóð 1-6 á máltalvuni, og eitt Neistalið uttan sjálvsálit tóktist vera púrasta í upploysn.

Eitt time-out bøtti tó munandi um støðuna. Neistin var aftur at hóma hjá Neistanum, og nú vóru tað hvítu gestirnir, sum fóru púrasta í svart. Næstu 26 minuttirnar fekk StÍF bara trý mál, og alt líktist einum veruligum stórsigri, har tær bláu veruliga skuldu seta tingini upp á pláss.

Men heldur ikki hetta helt sær. StÍF raknaði spakulia við, og so líðandi ótu tær seg inn aftur í dystin. Hóast Neistin við mansverju av Rebekku Justinussen hevði tikið broddin av stranda-álopinum, so vildu tær hjá StÍF ikki geva seg, og tá tær brádliga eksploderaðu við fýra málum á rað var sigurin aftur í nánd.

Neista-venjarin hevði tá í góða løtu hildið Nicoletu Radu Hansen á beinkinum. Avrik hennara hevði kanska ikki verið tað besta hendan dagin, men túrurin á beinkinum broytti eisini hetta. Fult tendrað kom, sá og sigraði Nicoleta seinastu løtuna, og við trimum málum á rað kundi Neistin soleiðis toga sær stigini til høldar.

Hvussu langt stigini røkka, ber illa til at siga. Og tað verður neyvan til finalupláss. Men fyrst og fremst mundi sigurin vera eitt tiltrongt sálarligt lyft hjá liðnum, og í øðum lagi bendir alt á, at bronsumerkini við hesum eru tryggjað.

Hjá StÍF var ætlanin helst at beina seinasta niðurflytingarvanda av vegnum, men tann parturin má so bíða eina løtu afturat

 

Fakta um dystin

Neistin-StÍF 22-20 (9-9)

10 min: 1-6

20 min: 6-7

40 min: 15-11

50 min: 19-17

Málskjúttar

Neistin: Nicoleta Radu Hansen 5, Unn J. Kragesteen 4(1), Anja Heinadóttir 4, Elin Stakksund 3, Ása á Neystabø 3, Rakul Magnussen 2, Rakul Augustinussen 1

StÍF: Rebekka Justinussen 7(3), Rósa Johansen 5, Fríðrún Danielsen 4, Ninna K. Johansen 2, Oddrún Danielsen 1, Bára B. Danielsen 1

Brotskøst: Neistin 3, StÍF 3

Útvísingar: Neistin 3

Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomasen