Eitt lágtrýst beint eystan fyri Føroyar fer í ein eystan og viknar. Ein streymur við ælum av vestri leggur seg yvir okkum og sum frá líður verður luftin kaldari. Mitt í vikuni fer eitt lágtrýst, sum dýpist, yvir ella beint sunnan fyri okkum og síðani kemur ein kaldur streymur við vetrarælum av norðri.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 6 til 10 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Í kvøld gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur, og hitin millum 0 og 4 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sunnanfyri upp í hvassan vind, 15 m/s. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m7s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, seinni av ymsum ættum. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin
Hann øtlar vindin út á dagin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur og kavi. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið makar í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur og kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina lækkar í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl, men sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina dregur tó samanum. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í 4 kuldastig.