Seinastu tíggju árini hevur Jóhan Petur á Stongum verður fastur partur av besta mansliðnum hjá SÍ, og seinastu fimm árini hevur hann vant kvinnuliðið hjá felagnum í Sørvági.
Í ár er øðrvísi. 25 ára gamli sørvingurin hevur enn somu leiklutir, men nú eitur felagið Aalborg HIK, har Jóhan Petur er partur av mansliðnum, umframt at hann er venjari hjá besta kvinnuliði felagsins.
Mansliðið spælir í bestu donsku flogbóltsdeildini, meðan kvinnurnar eru at finna í næstbestu donsku deildini.
Landsliðsvenjarapar
Vanliga er tað Kristian Mikkelsen, sum hevur ábyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá Aalborg HIK, men tá hann fór heim í tveir mánaðir, loysti Jóhan Petur á Stongum hann av, soleiðis at Kristian Mikkelsen fekk ábyrgdina av kvinnuliðnum í Sørvági, meðan Jóhan Petur á Stongum fór til Danmarkar at venja kvinnuliðið í Aalborg.
– Kristian kemur so niður aftur nú, og tá fari eg so at vera hjálparvenjari hansara á sama hátt, sum eg var tað til Oyggjaleikirnar, greiðir Jóhan Petur á Stongum frá.
Hann ætlaði upprunaliga ikki at vera longri niðri enn teir báðar mánaðirnar, hann skuldi avloysa Kristian Mikkelsen, men fann so brádliga upp á fara at lesa.
– Eg helt, at freistin at søkja var farin, men brádliga fann eg út av, at eg kundi náa tað, so eg søkti og slapp inn, greiðir Jóhan Petur á Stongum frá, sum nú lesur arkitektur og design í Aalborg.
Jóhan Petur á Stongum hevur annars lært til timburmann, men mátti gevast við hesum, tí ein skaði í økslini gav honum ov nógvar trupulleikar. Tí var upplagt at royna aðrar leiðir, heldur hann.
Lorta byrjan
Jóhan Petur so gjørdi og hevur nú búleikast í Aalborg í nærum tveir mánaðir. Fyri kortum byrjaði danska flogbóltskappingin og Jóhan Petur fekk debut í einum steypadysti.
– Tað var eingin ynskibyrjan, eg fekk. Eg byrjaði dystin á beinkinum. Hetta var ein steypakappingardystur, men eg kom so inn, kiksaði servuna og varð tikin út aftur, greiðir Jóhan Petur flennandi frá.
Síðani hevur tað hepnast betri hjá honum. Í landskappingardystinum aftaná kom hann inn í øðrum setti og spældi dystin út, meðan hann nú um vikuskiftið byrjaði inni og spældi inn í triðja sett, tá hann varð avloystur.
Reglurnar í flogbóltinum er broyttar soleiðis, at libero’in kanst tú skifta út alla tíðina. Í Aalborg HIK er Jóhan Petur sjálvur triðji, sum kappast um júst hetta plássi og við broyttu reglunum eru altíð tveir leikarar til liberoplássið við í hópinum.
Tað merkir aftur, at kappingin er serstakliga hørð.
Tveir føroyingar á liðnum
Jóhan Petur á Stongum er ikki einasti føroyingurin, sum stríðist fyri einum plássi á besta mansliðnum hjá Aalborg HIK. Gunnar Jørgensen, sum er úr Klaksvík og hevur spælt við Mjølnir, spældi í fjør við næstbesta liðnum hjá HIK Aalborg, men er í ár partur av besta liðnum.
Teir báðir hava higartil verið vitni til tvey landskappingartap hjá liði teirra. Fyrst tapti HIK Aalborg 0-3 móti Gentofte Volley, har tað kortini var talan um ógvuliga jøvn sett, meðan liðið í gjár tapti 3-2 móti Holte IF.