Tað er nú greitt, at Gilli Sørensen ikki skiftir til AaB í hesum flytingarvindeyganum. Arbeitt hevur verið við málinum í alt kvøld, men AaB og B36 eru ikki komin ásamt um prís og tí spælir Gilli Sørensen við B36 restina av hesum kappingarárinum.
Fyrr í dag bendi lítið á, at pláss fór at verða fyri Gilla í AaB, sum hevur fullan 25-mans hóp. Men so bleiv Jeppe Curth útleigaður og tí var pláss fyri Gilla. Tað hevur tó ikki eydnast at komið ásamt um ein prís.
Líkt er nú til, at Gilli Sørensen skiftir til AaB tá føroyska kappingin er komin at enda. Tað merkir tó, at hann ikki kann spæla skrásettar dystir fyrr enn 2014. Hetta krevur tó, at B36 og AaB koma á mál í samráðingunum.