Christian Høgni Jacobsen fer at spæla við B68 í 2012. Hann hevur skrivað undir avtalu, sum bindir hann at felagnum á Toftum næsta árið.
Hann er sostatt ein av fleiri runavíkingum, sum hava takkað fyri seg við Løkin í Runavík og valt Svangaskarð og B68 framum. Einar T. Hansen og Justinus R. Hansen eru farnir sama veg, umframt venjarin av Skála, Pauli Poulsen, sum stóð á odda fyri NSÍ í fjør.
Frágongdin hevur verið stór í Runavík í vetur. Mamuka Toronjadze, Jonhard Frederiksberg og Heðin á Lakjuni eru eisini farnir í onnur feløg.
B68 hevur leitað eftir einum framherja seinastu mánaðirnar, tí Ahmed Keita og Ibrahima Camara dragast við skaðar. Teir verða neyvan við fyrr enn í summar.
Christian Høgni Jacobsen hevur royndarvant við danska B1908 síðan ársskiftið, men nú er greitt, at framherjin fer at spæla við B68 í 2012.
(mynd: www.nsi.fo)