Skil ruskið við skili

Undir vaskinum heima hjá mær standa oftast upp í leypar av krukkum, blikkum og fløskum uttan pant. Eg - eins og nógv onnur við mær - kundi hugsað mær at gjørt meiri burturúr at skilja ruskið, men eg fái bara ikki upp í lag at fara allan vegin niðan á Hjalla í einum annars rúgvismiklum gerandisdegi. Úrslitið er, at tað ruskið, sum eg ætlaði mær at skilja, endar í ruskspannini - og verður brent. 

 

Skiljistøðir í grannaløgunum

 

Tá ið eg búði niðri var ein skiljistøð í grannalagnum, har eg búði. Tá kundi eg taka ruskið við mær, tá eg fór gongutúr um kvøldarnar ella tá eg fór at keypa inn. Hetta eiga vit at kunna fáa upp í lag í Tórshavnar Kommunu. Skiljistøðir kunnu setast upp í grannaløgum ella nær við matvøruhandlarnar, har flestu fólk koma fleiri ferðir um vikuna. 

 

Gera vit tað lættari at skilja ruskið, fara vit eisini at kunna endurnýta ella endurvinna meiri enn vit gera í dag. 

 

Byggitilfar til endurnýtslu

 

Dugni ger eitt megnar arbeiði at taka ímóti og endurvinna burturbeint tilfar til onnur at gagnnýta. Hendan tankan eiga vit at byggja meiri uppá. Eitt nú átti tað eisini at verið møguligt at latið ymiskt byggitilfar til endurnýtslu, eitt nú hurðar, vindeygu og líknandi, sum eru í góðum standi. Í dag er einki stað at lata hesi inn til onnur at brúka. 

 

Billutir kunnu eisini endurnýtast

 

Aftanfyri brennistøðina er eitt stórt fjall av vrakaðum bilum.  Hóast bilarnir ikki kunnu brúkast longur, so kunnu teir hava billutir, sum kunnu brúkast - billutir sum onkur annar kanska hevur tørv ái. Tí átt tað at verið møguligt hjá vanligum borgarum at fingið atgongd økið onkran fastan dag í vikuni. Tað gevur so slett onga meining at senda hesar billutirnar av landinum, tá ið onnur í Føroyum royna at fáa fatur á júst somu lutum. 

 

Tá vit skilja ruskið tryggja vit okkum, at alsamt meiri verður endurnýtt og endurvunnið. Tá fáa lutirnir longri livitíð, og vit kunnu sleppa undan at innflyta so nógv, sum vit gera. Í mínari verð er tað púra sjálvsagt, at vit skulu taka stig ímóti einari burðardyggari kommunu og at vit eiga at gera munandi meir burturúr á hesum økinum.. 

 


 

 

Barbara Gaardlykke Apol

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin