Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í dag kemur føroyska vinnulívsnevndin við løgmanni á odda heimaftur, eftir at hava vitjað í India í 10 dagar. Skráin hevur verið sera fjølbroytt og rúgvusmikil. Vitjað hevur verið í 5 ymiskum býum í India. Ferðin byrjaði í New Delhi og endaði í Bombay.
Vinnusíðurnar hava tosað við nøkur av vinnulívsfólkunum, sum vórðu við á hesi spennandi ferð umframt Jóannes Eidesgaard, løgmann sjálvan.
Tað er ikki ókent í øðrum londum, at hægsti politiski leiðarin stendur á odda fyri vinnulívsfólki, ið fara út at kanna marknaðir. Hetta var so fyrstu ferð, at okkara løgmaður er brúktur í slíkum høpi og heldur Jóannes Eidesgaard, at hetta hevur verið ein góð byrjan í so máta. Og tað verður neyvan heldur seinastu ferð, at hetta verður gjørt stendur tað til løgmaður og til føroyska vinnulívið, sum eru samd um, at Indiaferðin hevur verið sera væleydnað.
Fingið nógv burtur úr
-Tað er mín greiða uppfatan, at hesi vinnulívsfólkini eg havi verið saman við í góða viku, hava fingið væl burtur úr og fingið nøkur upplivilsi, sum tey fara at byggja víðari á. Tey hava havt nógvar áhugaverdar samrøður. Eg veit tó ikki, hvat fer at spyrjast burtur úr ítøkiliga, men tað er alt, sum bendir á, at henda ferð hevur verið ein skilagóð íløga fyri føroyskt vinnulív. Bara tað at man fær hugburðin til at flyta seg frá tí heimliga til at síggja, at møguleikar liggja aðrastaðni enn heima hjá okkum sjálvum, er í sjálvum sær eitt frambrot, tí tað eru jú hesi fólkini, sum í dag sita á teimum týðandi postunum í vinnulívinum, at tey kanska nú fara at hugsa øðrvísi, sum ger, at onnur fara at hugsa øðrvísi.
Tað er mín greiða fatan, at henda ferðin hevur skapt nakrar møguleikar hjá føroyingum at luttaka meira virkið í globaliseringini enn higartil.
Løgmaður sigur seg annars vera kløkkan av, at ferðin til India hevur fingið negativa og misvísandi umrøðu í Føroyum, tí veruleikin er beint tann øvugti. Spyrjið vinnulívsfólkini, hvat tey hava fingið burtur úr ferðini, og tit fáa eina heilt aðra mynd. Um fyritøkurnar, sum hava verið við í India, eru úr 1. ella triðju deild vil eg ikki fyrihalda meg til. Eg haldi, at luttakararnir á Indiaferðini hava verið kompetent og góð umboð fyri føroyskt vinnulív.
-Globaliseringin er ikki ein spurningur um keyp og sølu, soleiðis sum vit vanliga hugsa. Altjóðagerðin snýr seg um at virka saman, har báðir partar hava fyrimunir. T.d. kunnu føroysk virki fáa kostnaðar- og vitanartungar uppgávur gjørdar í India, soleiðis at man seinni kann fáast við nakað annað í Føroyum. At man lyftir arbeiðsplássini heima hjá sær sjálvum upp á eitt hægri støði. Tað eru ótald dømi um, at danskar og norðurlendskar fyritøkur seta seg niður í India. Tað er tí, at man sær stórar fyrimunir við hesum.
Løgmaður heldur tað var rætt at velja India framum t.d. Kina. Bæði Kina og India eru áhugaverd. Men vit mettu at málsligu forðingarnar vera minni í India. At India er áhguaverd í dag talar tann sannroynd fyri, at Ísland júst hevur latið upp sendistovu í India. Tað má vera tí, at tey leggja stóran dent á India.
Nýggjur partur av løgmansuppgávuni
Hvat hevur túrurin havt at siga fyri løgmann!
-Hetta er so ein nýggjur partur av uppgávuni hjá løgmanni. Eg havi kent tað sum eina góða og rætta uppgávu at hjálpa vinnulívinum við at gera mítt til at lata hurðar upp. Kann eg vera medvirkandi til, at føroyskar vinnur kunnu lyfta seg upp enn meira, so er ferðin væleydnað.
Fyri Jóannes Eidesgaard hevur ferðin eisini verið ein seta stór uppliving og hevur givið honum nógv gott í beinið. -India er eitt ótrúliga samansett land. Fólkið er ómetaliga blítt. Her er stórur munur millum rík og fátækk. Her upplivir tú stórar mótsetningar. Fyrst sær tú øgilig háhús fyri so at síggja fólk búgva á gøtuni. Tað sosiala gapið er tí sera vítt. Men her er eisini eitt blómandi vinnulív, sum vit í Føroyum kunnu fáa gleði av. Og tað haldi eg henda ferðin longu hevur prógvað. Nú vil tíðin so vísa, hvat fer at koma burtur úr.