Hetta er skilaleyst!
Tað halda fleiri tingfólk. Og tað, tey sipa til, er nú er ein kunngerð sett í gildi, sum sigur, at nú skulu sjómenn og útróðrarmenn á trygdarskeið í tríggjar vikur fyri at sleppa til skips, ella til út at rógva.
Áður hevur trygdarskeiðið tikið tríggjar dagar, men nú hevur Mentamálaráðið sett eina nýggja kunngerð í gildi sum sigur, at hereftir skal tað taka tríggjar vikur.
Kári P. Højgaard, tingmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, hvat ætlanin er við hesum.
Hann heldur, at tað verður neyvan ein tann einasti ungdómur, sum fer til skips, skal tað taka tríggjar vikur at fáa trygdarskeiðið, við teimum útreiðslum, tað viðførur. Og skal ein heil skipsmanning á skeið í tríggjar vikur, má skipið leggjast.
Bjørn Kalsø, tingmaður, sigur, at hann trúði tí ikki, tá ið hann frætti, at nú skulu royndir fiskimenn og útróðrarmenn á skúlabonk í tríggjar vikur, fyri at fáa trygdarskeið, sum bæði er dýrt og sum fer at føra til stóran inntøkumiss.
Jacob Vestergaard heldur, at hetta er fullkomiliga burturvið, at føroyskir sjómenn skulu á skeið fyri at kunna fara umborð á eitt skip, teir annars hava búð umborð á alt lívið.
Jørgen Niclasen vísir á, at hjá summum skipsbólkum er ringt at fáa fólk. Hann vísir eisini á, at almenn starvsfólk á landi, eisini løgtingslimir, sleppa ókeypis á skeið, men sjómenn skulu rinda í dýrum dómum fyri at sleppa umborð á skip.
Rigmor Dam er sinnað at kanna málið, tí tað kann vera eitt mistak, at kunngerðin er orðað soleiðis. Hinvegin er hon eisini sinnað at vita um trygdarskeiðið kann vera vællærugrein í framhaldsdeildini, tí so verður tað ókeypis.