Skilji væl at fólk búseta seg her

- Tað eru nógvar orsøkir til at fólk vilja búseta seg her í Vága kommunu. Ein teirra er í øllum førum, at her er so góður trivnaður. Her behøvist eingin at keða seg, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Miðvág/Sandavág: - So seint sum í gjár fór eitt byggiloyvi út úr húsinum, greiðir borgarstjórin frá.

Tey seinastu árini hava nógv fólk valt at búseta seg í Vágum. Báðar kommunurnar - Sørvágs kommuna og Vága kommuna - hava tí gjørt eitt stórt arbeiði við at útvega fólki øki at byggja á.

Bæði í Sandavági og í Miðvági eru nógv sethús bygd tey seinastu árini - og sum víst verður á aðrastaðni í blaðnum, er einki sum bendir á, at hugurin hjá fólki at byggja er vorðin minni í hesum fíggjarligu ringu tíðum. Í Sandavági kemur í øllum førum eitt nýtt sethús upp at standa teir komandi mánaðirnar.

Her í bygdini er tað mest í býlinginum “Norðuri í Sørpum” at tey nýggju sethúsini finnast. Her vórðu tey fyrstu tvey sethúsini bygd fyri umleið átta árum síðani, og síðani hevur tað bara gingið slag í slag.

Í Miðvági er somuleiðis eitt stórt tal av sethúsum vorðin bygd norðarlaga í bygdini. Eisini í hesi bygdini vilja fólk framvegis seta búgv.

- Vit hava lagt okkum eftir at hava góð, bílig og haraftrat stórt grundøki, sigur Albert Ellefsen.

Nógv av grundøkjunum eru millum 7 og 800 fermetrar til støddar. Og líkt er til, at fólkið hevur dámað væl at kunna byggja sær stór sethús á einum stórum øki.


Stutt til 2000

At fólk hava havt áhuga at byggja í Sandavági og Miðvági sæst sum vera man aftur í fólkatalinum.

Tað hevur fleiri ferðir víst seg, at meðan fólkatalið er minkað í flestu økjum kring landið, hevur tað øvugta gjørt seg galdandi í Vágum.

Tølini fyri Vága kommunu staðfesta tað sama: Her hava fólk havt møguleika at búseta seg. Og tað hava tey so sanniliga eisini gjørt.

Sambært einum yvirliti búðu 1799 fólk í teimum trimum bygdunum, Sandavágur, Miðvágur og Vatnsoyrar í 1990. 10 ár seinni búðu 1750 fólk her, men síðani er talið av íbúgvum vaksið javnt og samt, og rakk hæddina í 2008, tá tað einans restaðu 46 íbúgvar í teir 2000.

Um ársskiftið var talið kortini minkað nakað, soleiðis at tað nú búgva 1939 fólk í kommununi.

Við ávísum stoltleika vísa fólk eisini á, at tað er góður trivnaður, nógv virksemi hjá fólki at fara til. Somuleiðis kann sigast, at ein góður barnagarður er í Sandavági og seinni í ár verður eftir ætlan tann nýggi barnagarðurin í Miðvági tikin í brúk.



Ljósið lýsir enn

Um hugt verður eftir inntøkuni hjá kommununi so vaks hon tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Hetta kemur í fyrstu syftu av, at skattaprosentið varð hækkað í ár, samstundis sum oyggin, øll sum hon er, hevur lægsta arbeiðsloysið í landinum - 22 menn og 26 kvinnur.

Fleiri fólk úr kommununi gjørdust nevniliga arbeiðsleys, tá Fiskavirkið í Vestmanna lat aftur fyrr í ár.

Hóast tað altíð er harmiligt fyri tey sum verða rakt av arbeiðsloysinum, so verður víst í aðrari grein á, at tað ber til at liva eitt lív sum arbeiðsleysur.

- Eg harmist einamest um, at arbeiðsloysið er so høgt millum tey ungu. Í míni verð er tað arbeiðsloysi, tá tey ungu einki hava at fara til, sigur Albert Ellefsen.

Hann hevur áður verið frammi í miðlunum við stuðli sínum til eitt uppskot á tingi, um at geva loyvi til at innflyta rávøru, sum kann arbeiðast her á landi.

Í Miðvági er eitt fiskavirki, sum hevur havt turr gólv í langa tíð. Enn veit eingin um ella nær tað kann lata upp aftur. Vónað verður framvegis, at vinnulívsfólk í Vágum síggja møguleikarnar í virkinum, soleiðis at virksemi aftur verður á havnarøkinum.

- Tað verður nógv tosað, og so leingi ljósið lýsir, er ein vón, sigur borgarstjórin.