Venjingarmøguleikarnir hjá føroyskum børnum, ið hava brek ella serligan tørv, eru avmarkaðir í Føroyum. Sernámsdepilin eigur uppgávuna at geva hesum børnum møguleikar at mennast, uttan mun, hvar tey búgva, hvør tørvurin er, um tey ganga í heimliga skúlanum, ella um tey eru innskrivað á Sernámsdeplinum.
Í seinastuni hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at barnagarðurin á Sernámsdeplinum varð lagdur niður fyri góðum ári síðani, uttan at nakar veit orsøkina til tað, og uttan at annað tilboð er komið ístaðin til børn við serligum tørvi. Stjórin á Sernámsdeplinum, Marita Petersen, vísir aftur, at barnagarðurin á stovninum nakrantíð er latin aftur.
- Tað er ikki rætt, at barnagarðurin er niðurlagdur. Virksemið í smábarnadeildini er lagt nakað um. Eini fimtan børn um dagin ganga til taluundirvísing hjá talulærarum umframt, at fleiri hundrað børn úr øllum landinum koma til eygleiðing. Í tíðarskeið koma nøkur børn við ymiskum trupulleikum úr øllum Føroyum tvær-tríggjar ferðir um vikuna fast, sigur Marita Petersen.
Brúka føroyskan kunnleika
Ynski hevur verið frammi frá foreldrum at spastiskum børnum um at útvega føroyskum børnum viðgerð og venjing í tráð við Petø-viðgerðina, ið fæst á Craighalbert Centre í Skotlandi. Leiðarin og stigtakarin til henda kenda stovnin, Lillemor Jernquist, var í Føroyum á kunningarferð í farna mánaði, og hon beyð sær til samstarv við føroyingar viðvíkjandi teim smáu børnunum.
- Vit hava umrøtt fleiri ferðir, um Sernámsdepilin skal hava eitt serligt tilboð til hesi børnini. Eg dugi ikki at siga, um Petø-viðgerðin er tað einasta rætta, men nógv av tí, hon er kend fyri, hevur í nógv ár verið og verður enn brúkt her. Vit arbeiða við at skipa virksemið í smábarnadeildini eftir summarfrítíðina soleiðis, at nøkur børn, eini fimm, ið hava brúka fyri regluligari venjing, m.a. eisini Petø-venjingum, kunnu koma her til skipaða venjing í longri ella styttri tíðarskeið. Hetta førir so við fær, at børn sum skulu til eygleiðing, mugu bíða eitt sindur longri. Sernámsdepilin er fyri øll børn upp til átjan ár um alt landið. Tí má stovnurin alla tíðina hugsa um at brúka orkuna væl og skilagott soleiðis, at hon kemur øllum landinum til góðar - samstundis sum vit mugu leggja dent á at varðveita serkunnleikan sum er at hava børn við serligum tørvi.
Kann tað hugsast, at Sernámsdepilin fær í lag samstarv við Craighalbert Centre í Skotlandi?
- Tað havi eg als ongar tankar um í løtuni. Havi fingið innbjóðing frá Lillemor Jernquist um at koma til Skotlands at síggja, hvat tey hava at bjóða, og tað hevði uttan iva verið áhugavert. Men tað er umráðandi at vita áðrenn, hvør tørvurin í Føroyum er og hvørja orku vit longu hava. Vit eiga eisini at kanna, hvat vit kunnu gera her og nú, og hvat vit kunnu miða ímóti at røkka í framtíðini, sigur Marita Petersen.
Samstarv millum verkini
Sernámsdepilin er ein undirvísingarstovnur, hóast partur av sernámsfrøðiliga virkseminum er stuðul, venjing og annað. Er talan um beinleiðis viðgerð, er tað uppgávan hjá almanna- heilsuverkinum.
- Vit áttu at fingið eitt betri skipað samstarv við almanna- og heilsuverkið. Tað er í grundini skeivt, at Sernámsdepilin, ið kennir brek og trupulleikar hjá børnum, ikki samstarvar við almannaverkið. Vit hava roynt fleiri ferðir at fingið eitt samstarv. Grundin til, at tað ikki hevur eydnast er, at talan er um tvey ymisk verk, ið hava hvør sína játtan og hvør síni prinsipp at játta eftir. Undirvísingarverkið fær játtan til rakstur. Stovnarnir fáa eina ávísa upphædd játtaða á fíggjarlógini uttan mun til, hvussu nógvir brúkararnir eru, meðan almannaverkið hinvegin umsitur lógarbundnar útreiðslur og játtar eftir til tørvi til hvønn einstakan við heimild úr eitt nú barnaforsorgarlógini.
- Lóggávan er ein trupulleiki, men tað hevði borið til at almannaverkið keypti tænastur frá føroyskum serkønum eins væl úr útlandinum. Eitt samstarv millum verkini kundi verið háttað soleiðis, at undirvísingarverkið sum serkunnleiki selur tænastur til almannaverkið. Hetta hevði borið til við verandi lógargrundarlagi. - Tað kundi hugsast, at við fingu samstarv í lag við føroyskar fysioterapeutar, ið hava servitan innan økið. Tað er skilagott at hyggja út um landoddarnar og vita, hvat vit kunnu fáa har, men vit eiga í mest møguligan mun at keypa serkunnleika í Føroyum. Vit vita jú, at tað eru fakfólk í Føroyum, ið hava rættiliga stóra og breiða fatan og vitan um trupulleikar hjá børnum.
Uttan mun til, um tað almanna velur at keypa tænastur í Føroyum ella í Skotlandi, eru tað foreldur at brekaðum børnum í Føroyum, sum kenna seg slept uppá fjall.
- Eg skilji foreldrini, ið kenna seg svikin. Tað er trupult at eiga børn, ið hava brek og serligan tørv, og so samstundis verða noydd at renna frá Peri til Pól fyri at fáa nøktandi hjálp. Tað er ein veikleiki í øllum skipanunum.
- Fingu vit eitt samstarv við almannaverkið, kundu fleiri børn verðið hjálpt. So leingi einki samstarv er, mugu foreldur at børnum, sum hava serligan tørv, bæði venda sær til almannaverkið og undirvísingarverkið. Eftir mínum tykki átti alt barnaøkið verið lagt saman, tvs. allar heimildir og lóggávur á barnaøkinum. Tá høvdu vit sloppið undan yvirlappingum og tungu mannagongdunum, sigur Marita Petersen.