Tað er líkt til, at føroysk listarfólk eru ymisk sum árstíðirnar.
Í hesum døgum er tann árliga Várframsýningin, sum felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri í Listaskálanum. 12 av teimum etableraðu listarfólkunum í Føroyum boykotta tó hesa framsýning, og nú hava tey gjørt av, at tey fara at gera sína egnu Heystframsýning seinni í ár.
? Eftir at vit tóku okkum úr felagnum Føroysk Myndlistafólk, taka vit ikki undir við arbeiðnum hjá tí felagnum. Vit hava tí gjørt ein bólk, sum fer at gera eina framsýning saman, sigur Bárður Jákupsson, sum er eitt av teimum 12 listarfólkunum.
? Endamálið hjá tí nýggja listarfólkabólkinum er at hava framsýningar saman, og vit fara í øllum førum at hava eina árliga framsýning saman.
Staðfesta skilnaðin
Seinastu mánaðirnar hevur stríð verið millum tveir bólkar av føroyskum listarfólkum. Stríðið er komið til sjóndar í nevndarvalum, setan av nýggjum leiðara fyri Listasavnið og nú eisini í sambandi við framsýningar.
12 listarfólk vóru so misnøgd eftir aðalfundin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk, har tey hildu seg verða við sviðusoð, at tey tóku seg úr felagnum. Seinni kom munurin millum hesi 12 og hini føroysku listarfólkini til sjóndar, tá ið leiðari skuldi setast fyri Listasavn Føroya.
Og nú er stríðið eisini komin inn í framsýningarhølini, tí tey 12 listarfólkini eru ikki við á árligu Várframsýningini, sum higartil hevur verið ein tann besta og fremsta framsýningin í føroyskari list.
? Vit hava eina aðra meining enn tey, sum eru við í Føroysk Myndlistafólk, og tað ber til at siga, at tann nýggja framsýningin hjá okkum staðfestir ein skilnað, sum er millum listarfólkini. Vit hava ikki lagt upp til nakra ósemju, men vit hava eina aðra hugsan enn Føroysk Myndlistafólk, sigur Bárður Jákupsson.
Hugskotið at gera góða framsýning
Merkir tað, at tit hava gjørt ein nýggjan listafólkabólk, at tit bara fara at verða við á framsýningum, har limirnir í bólkinum eru við og ikki stilla út saman við øðrum føroyskum listarfólkum?
? Nei, tað merkir als ikki tað. Hesin bólkur hevur valt at samstarva um framsýningar, og tað er vanligt aðrastaðni, at listafólk finna saman á hendan hátt. Hugskotið er at gera eina góða framsýning.
Vil tað siga, at hinar framsýningarnar í Føroyum er ikki nóg góðar?
? Nei, eg skal einki siga um hinar framsýningarnar. Nú gera vit okkara, og so fáa vit at síggja, hvat fólk halda.
Hvar verður Heystframsýningin?
? Vit hava fleiri møguleikar, men hava ikki gjørt nakra avtalu enn.
Verður framsýningin í Listaskálanum?
? Vit hava onga avtalu gjørt við Listaskálan, so hon verður ikki har hesaferð. Men vit hava ikki gjørt av, hvar framsýningin verður.
---
Fakta
Á einum fundi tann 8. mars gjørdu 12 føroysk listarfólk av at seta á stovn ein listafólkabólk.
Endamálið er í fyrsta lagi at fyrireika framsýningar saman, og tann fyrsta framsýningin verður ein Heystframsýning, ið letur upp tann 24. september.
Tey 12 listarfólkini eru: Andrias Andreassen, Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Bjarne Werner Sørensen.