Enn er ein góð vika til jólaaftan, men nú øll línuskipini liggja við bryggju, er ikki væntandi, at tey loysa aftur fyri jólahøgtíðina. Sum skilst, hevur fiskiskapurin á hesum seinasta túrinum ikki vignast nakað serligt.
Streymurin hevur verið rættiliga harður, og tað er hann framvegis, men hann linkar betýðiligt, sum næsta vika gongur. Tó verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar.
- Streymurin verður góður, men veðrið verður vánaligt. Tað, at tíðin eisini nærkast jólum, ger, at vit vænta lítlan og ongan útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.