Í Hósvík verður gjørt nógv burturúr í samband við ta árligu regatta siglingina.
Tá bátarnir eru lagdir, fáa tey yngru bátafólkini møguleikan at royna ponyríðing.
Ketty í Brekkunum, rossaánari í Hósvík ætlar tó at gera meir burturúr enn so. Klokkan 17.30 í dag verður skipað fyri einum serligum rossatúri, har riðið verður norður til Áir, og suður aftur til Hósvíkar. À myndini sæst teinurin tilskilaður.
Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra Ketty í Brekkunum greiða frá túrinum.