Nú veturin eftir álmanakkanum er farin at halla, og fyrsti várdagur er í nánd, fer "Grindamannafelagið" undir sína kunnandi fundarrøð í teimum økjum, vit ikki vóru í fjør ? Suðuroynni, Sandoynni og Suðurstreymi.
Men fundarrøðin byrjar í Vágum, og tað hevur sína orsøk. Í juli-mánaði í fjør var ein grind hildin til í Sandavági, merkt við fylgisveinasendara og síðani rikin út aftur. Dagarnar aftaná kundu tey, sum høvdu áhuga, fylgja teimum merktu hvalunum á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum. Men tey. sum fylgdu við "grindini", fingu bara at vita, hvar hvalirnir vóru staddir. Alt gott um tað, og eitt av endamálunum við merkingini var eisini at vita, hvussu hvalirnir ferðaðust. Frammanundan vistu vit einki um tað - nú vita vit nakað, men ikki alt. Tað fekst nógv annað burtur úr tí lítlu telduni, sum var innbygd í fylgisveinasendaran. Nú eru hesi data viðgjørd, og vágafólk verða tey fyrstu, sum fáa nakað alment at vita um hetta. Tað eru fólk frá Náttúrugripasavninum, ið greiða frá hesum.
Hini sum verða við í vetur eru: Jústines Olsen, djóralækni og Maria Dam frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Jústines hevur gjøgnum árini fylgt gjølla við og kanna avlíving av grindahvali. Vit eiga altíð at gera okkara arbeiði í grind ábyrgdarfult og lýtaleyst. Jústines fer at greiða frá um avlívingina og annað í samband við grind. Tað verður ongantíð tosað nóg nógv um avlívingina, tí hana síggja øll í einum grindadrápi, og hana er tað hugsað verður um, tá ið spurt verður, hvussu gekst í grindini. Hesin týdningarmikli parturin av arbeiðinum í grind eigur at ganga fyri seg fyrimyndarliga, og eitt av aðalmálinum hjá grindamannafelagnum er júst at kunna um avlívingina og greiða frá henni, soleiðis at føroyingar læra at skera á háls ? skjótt og ruddiligt. Aftan á hesa ástøðiligu kunnan er bara at halda seg framat, tá ið grind er, í fyrstani við vegleiðing frá einum royndum grindamanni.
Maria Dam hevur í mong ár kannað føroyskan mat ? eisini grind og spik. Hon fer á fundunum í stuttum at greiða frá, hvørji evni eru í hvalaúrdrátti. Men vit eiga at ganga út frá, at grind og spik er góður matur, tí grindahvalurin livir í heimsins reinasta umhvørvi ? havinum kring Føroyar. Høvuðstrupulleikin, mannaættin í løtuni hevur at stríðast við, er dálking. Verður einki gjørt við hana, fer mannaættin at doyggja í sínum egna skarni, verður sagt. Men er tað nú so illa statt kortini? Sjálvandi er tað ikki tað. Tað verður veruliga nógv gjørt fyri at minka dálkingina ? eisini her á landi. Latið okkum liva í einum reinum landi í reinum havumhvørvi. Landsins grøði fólksins føði.
Vónandi fáa vit eisini eitt gott prát um lokal grindaviðurskiftir á fundunum kring landið.
Fundirnir verða hesir:
Í Vágum hóskvøldið tann 25. januar klokkan 19.30 í skúlaauluni á Giljanesi.
Í Suðuroy hóskvøldið tann 1. februar klokkan 19.30 í Framtíðini í Vági.
Í Skopun hóskvøldið tann 8. februar klokkan 19.30 í Samljóð.
Aðalfundurin hjá "Grindamannafelagnum" verður leygardagin tann 7. apríl í Norðurlandahúsinum. Hetta verður lýst nærri seinri.