Skipar fyri barnalegum í Zambia

við góðari hjálp úr Føroyum

Nanna Lukama úr Klaksvík býr í landinum Zambia í Afrika. Hon er gift við David Lukama, sum er úr Zambia og saman eiga tey fimm børn. Tey hava búð og virkað á skúlanum Gospel Literature Outreach (GLO) Zambia í átta ár. 

 

 

 

Komandi fríggjadag byrja barnalegur á skúlanum GLO, og hetta er fjórða árið at barnalegurnar eru, greiðir Nanna Lukama frá.

 

 

Fyrsta árið komu 35 børn á legu, næsta árið komu 65 børn, í fjør komu 120 og í ár vænta tey 150 børn á legu.

 

 

- Endamálið við barnalegunum á GLO er at skapa eitt umhvørvi har børnini eru miðpunktið. Vit gera nógv burturúr, at lurta, spæla og flenna saman, soleiðis at tey kunnu merkja, at tey hava stórt virði og at tey á hendan hátt kunnu kenna teirra virði í eygum Guds, sigur hon. 

 

 

Hon greiðir frá, at í Zambia verður ikki gjørt nógv burturúr børnum, og tað er eitt stórt glopp millum vaksin og børn. Tí eru tey ikki von við, at tað snýr seg um tey og at nógv verður gjørt, so at tey skulu hava tað gott og stuttligt. 

 

 

-Tað er stuttligt at hoyra og síggja, tá tey fara heim, hvussu glað tey eru og hvussu væl tey minnast alt tað, sum tey hava lært, sigur hon. 

 

 

-Nøkur av børnunum koma frá familjum, sum eiga nakað av peningi og onnur frá familjum sum hava minni. Summi koma eisini frá barnaheimum, men á leguni fáa øll somu umsorgan, sigur Nanna Lukama. 

 

 

-Vit hava verið avmarkað við hjálparfólki, tí vit kunni ikki rinda teimum løn, men við góðari fíggjarligari hjálp úr Føroyum koma eini 40 fólk at hjálpa til á leguni fríggjadagin, sigur hon.

 

 

Fíggjarliga hjálpin úr Føroyum hevur gjørt tað møguligt hjá summum av børnunum at koma á legu. Nanna greiðir frá, at børnini rinda fyri leguna, men tað er bert fyri matin. Um legan skal eydnast, er tað umráðandi at hava góð hjálparfólk og hesu ferð er fíggjarligur stuðul komin úr Føroyum til eini 40 hjálparfólk og tey 30 børn, sum ikki hava ráð til at gjalda sjálvi. 

 

 

Hon greiðir frá, at gjøgnum árini eru fólk eisini komin úr Russlandi, Norður Írlandi, Amerika og Mikronesia, at hjálpa til.

 


Nanna greiðir frá, at hóast regntíðin er komin at enda í Zambia, so regnar enn illa til tíðir, og tí eru tey fari at leita eftir einum tjaldi, sum tey kunnu keypa til legurnar, so tær eyka krónurnar, sum komu úr Føroyum koma væl við.