Kinna Poulsen
Effektiv føroysk mentanarimperialisma er neyvan komin fyri nógva aðrastaðni enn í høvdunum á ovurhugaðum studentum, sum hildu fast uppá at hava tað turra tjógvið við í taxabilinum á veg inn á Skarv. Nú býðst høvið til at uppliva sama forkunnuga rák í Norðurlandahúsinum í Havn í fantastisku meldurmyndunum hjá Tóroddi Poulsen við heitunum: “Meðan vit læra jørðina føroyskan dans” og “Tá vit hava lært jørðina føroyskan dans”.
Munch og dupultkvartettin
Tað er ikki hissini virksemi, yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen fær av skafti hesa tíðina. Í Norðurlandahúsinum hanga 44 av hansara grafisku verkum og 13 onnur steinprent vóru umboðað á frálíku framsýningini, sum Grafiski Verkstaður Føroya hevði í Listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju inntil 17.desember. Harumframt hevur Tóroddur Poulsen eisini givið út yrkingasavn, hvørs dygd tykist javngóð udirhaldsvirðinum, sum er eyðsæð í eini bók við heitinum: “Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer?”. Eins og aðrar orðingar og yrkingar hjá Tóroddi tykjast íblástar av veruligum hendingum, bæði vanligum og meira absurdum, er orðingin í heitinum møguliga íkomin av margháttliga mentanarsamanbrestinum í Listaskálanum í fjør, tá navnframi sangbólkur brøðrasamkomunar óvæntað, men vakurt sang til upplatingina av framsýningini “Tregans blóma” við myndum hjá norska provokatørinum og sálarmálaranum Edvardi Munch; hann, ið gav útsøgn Nietzsches um deyða Guðs og einsemi menniskjans myndaligan ham t.d í myndini “Skrik”.
Veruleikastjórin
Fyrsta yrkingin í nýggja savninum slær eitt tilveruligt tónaslag, sum klingar gjøgnum alt savnið. Yrkingaheimurin tykist merktur av sorgblídni og næstan tunglyndi í støðum, har ivin altíð er hjástaddur, eins og lívið ofta tykist eygleitt við ávísum fjarleika úr fortíðini, ella úr sjúkrasongini gjøgnum deyðans relieff. Tað speiska og tað skemtiliga, sum eyðkennir Tórodd Poulsen, er væl umboðað, hóast tónin sum heild tykist myrkari og meir álvarsligur enn í undanfarandi søvnum. Sjúka og deyði fylla nógv, bæði eins egni og tann hjá teimum kæru. Deyðin hevur eisini gjørt um seg í undanfarnum savnum, men á øðrvísi hátt enn í hesum, sum meira bendir á ein hug til uppgerð og til at fyrihalda seg sakliga til fyribrigdið nú “Veruleikastjórin hevur stongt dreymin”. Ein tann mest rørandi yrkingin í savninum er hon, ið er ognað deyðu systrini: “ Eg sakni teg líka nógv sum tá tú fyrstu ferð fór frá okkum / og síggi teg í skýnum sum tá vit vóru børn / forvitin og óttafull við søgum í eygunum / og lívsglaðum látri úr tínum breiða vakra munni. / Um einki skýggj er hómi eg teg halda í eini sólstrálu ella eg síggi teg falla / millum kavaflykrurnar og lendir trygt saman við teimum / og eg hoyri teg í mjørkanum har tú ansar eftir mær / tá vit enn vóru lítil..” (s.55). Eingin ivi er um, at alt hongur saman onkursvegna, spurningurin er bara um nøkur hægri meining er í tí og um nakar hægri myndugleiki ræður, tá ið samanum kemur. Yrkjaraegið trýr upp á tað ítøkiliga; skip, grótbrot, kioskir, pylsuvognar og: “á stjørnuskot og / motorsúkklur við gulum síðuvogni / eg trúgvi á følnað bløð / og eitt lítið sindur av gudi ..” (s.29). Gud gevur altso meining, men tað gera halgisiðir menniskjans ikki: “skilji ikki hví / vit skulu niður á knøini / at tyggja títt likam / og drekka títt blóð / tað kennist ikki ekta / breyðlikamið / smakkar ikki væl / (ov lítið salt?) / og blóðið er heldur ikki gott / ov lítið ella als einki alkohol...” (s.42). Fyrst og fremst verður hildið fast í ivanum, hjartavininum, sum saman við tí einfalda og banala eyðmerkir fleiri yrkingar, t.d.: “trívist so væl / har eg ikki grynni / blívi eitt sindur vátur / men hvat ger tað / tá eg aftur fyri fái / upp í nógvar skipslastir / av spraklandi yrkingum? /”. (s.9)
Pseudsider
Bæði í myndum og yrkingum sínum sýnir Tóroddur Poulsen ein serligan ans fyri tí ljóta, sum kann vera neyðugt til tess at greiða frá tí vakra, sum yrkjarin eisini øll árini hevur torað at givið seg í holtur við. Málsliga tilvitið er samsvarandi estetiska formtilvitinum í framúrskarandi yrkingum sum t.d. “Morgun” og “Lítil Vetrarmynd”, sum er uppbygd kring Ikaros-myndevnið, ið kemur fyri í fleiri av nýggju yrkingum Tórodds, sum allar tykjast rættiliga visuellar, eins og myndirnar hinvegin eru poetiskt løddar, bæði tá tað snýr seg um heiti og úttrykk sum heild. Einki tóroddskt yrkingasavn uttan eina speiska viðmerking til ummælarar og bókmentafólk og hesa ferð fellur allur heiðurin til Kim Simonsen, sum fær heilar tvær yrkingar oman yvir seg; “Wannabe$?$end$!$” og “Pseudsider” og sum heitini kanska geva ábending um, er hvørgin meint sum nakað heiðurskvæði: “plussiliga fekk eg hetta innfallið / at skriva tað ultimativa diktið / tað kom yvir meg eitt henrívandi eygablikk / eg sat uppi yvir kompjútarinum og leitaði eftir / onkrum interessantum begrepum og ismum / við intuitivari hensikt sum mál / og pregað av dublativari innsikt..”. Hendan seinna yrkingin er eyðvitað ein parodi uppá skriviháttin hjá Kim, ið næstan tykist órein í sínum spíska beinrakni, men bert inntil veruleikin sum ikki einaferð kollgongur fiktiónini í greinini hjá Kim Simonsen sjálvum: “At tora at siga okkurt vakurt aftur”, sum av óvissum ávum er lend í nýggjastu útgávuni av “Nordisk litteratur” bæði á donskum og enskum. Greinin skal eitast at taka saman um rák í føroyskum bókmentum, men snýr seg í staðin um okkurt ógvuliga óítøkiligt, sum møguliga gongur fyri seg í uttasta útjaðara í einum nýbroti, sum veruliga krevur ein einoygdan kikara, skalt tú fáa eyga á tað her heima. Tað er ringt at lasta Kim ella nakran annan fyri sjálvpromovering ella fyri at gera sær dælt av tí sera rúmliga palli, sum serliga føroysku fjølmiðlarnir støðugt veita okkum øllum. Ábyrgdin liggur og flákrar hjá ymsum ókritiskum ritstjórum og í hesum føri serliga hjá Jógvani Isaksen, hvørs raðfestingar gerast alt meira óskiljandi, bæði tá tað snýr seg um Kim Simonsen, sum hann t.d. útnevndi sum føroyskt uppskot til ársins norðurlendska kritikara, men eisini í sambandi við bøkurnar, sum koma út á tí áður so heiðursverda forlagnum; Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum hann ritstjórnar og sum bæði í útgávuvirki og rættlesing eru farin at slæðka ríkiligt uppá støðið.
Súgur
Tað, sum undrar og sum tú leggur til merkis í sambandi við framsýningina, er hvussu ógvuliga ymiskir teir tveir framsýnandi listamenninir eru. Ikki er tað fyrstu ferð, hesir báðir ganga saman í listarligt parlag, men ongantíð áður hevur munurin teirra millum verið so sjónskur. Fyrstu ferð, yvirritaða upplivdi Tórodd Poulsen og Bjarna Werner Sørensen framsýna saman, var á forvitnisligu framsýningini “Corda Atlantica”, sum teir høvdu saman við Anker Mortensen í Rampen í Keypmannahavn. Tá tóktist leikluturin hjá Tóroddi meira fastlagdur enn nú; hann var tann visuelt hugaði Yrkjarin við stóra Y, sum framsýndi saman við tveimum myndlista(vin)monnum. Hann sýndi tá fram yrkingar og yrkingafragment, sum við spritttusj, brúnum klistribandi og einglablóði vórðu myndlistarliga tulkað. Tá var ein ávísur munur væntaður frammanundan millum yrkjara og listamenn. Og kanska er tað hetta, sum er orsøkin til, at munurin millum Tórodd og Bjarna sýnist so týðiligur í dag; at Tóroddur Poulsen á framsýningini “Súgur” í Norðurlandahúsinum stígur fram sum fullborin myndlistamaður við egnum myndlistarligum úttrykki, ið liggur fjart frá, men sum allíkavæl samskiftir merkiliga væl við myndamál Bjarna W. Sørensens eins og vit sóu tað í upprunagrafiska bókaverkinum “Villvísi”, sum báðir listamenninir gjørdu í felag í 2001 á Grafiska Verkstaði Føroya. Framsýningin er lutfalsliga stór og fevnir um tilsamans 67 verk, harav Tóroddur Poulsen eigur størra partin (44 verk). Norðurlandahúsið er eitt frálíkt hús, ið tó ikki er best egnað til tveydimensjonella myndlist. Núverandi veggjauppstilling er møguliga neyðug, men sýnist heldur ófantalig. Hetta er ikki einasta tekin um, at Norðurlandahúsinum tørvar ein serkønan innan myndlistaframsýningar. Nú havi eg einki beinleiðis ímóti hugnaligum og væl úr hondum greiddum hondverki, men lampuskógurin, sum hongur mitt í grafikkframsýningini, er óhóskandi og eitt greitt tekin um manglandi professionellan hugburð mótvegis myndlistini.
Mótsetningar møtast
Verk hjá Bjarna sóu vit seinast á Heystframsýningini herfyri, har hann sýndi fram bæði málningar og grafikk. Í Norðurlandahúsinum sýnir hann fram ymisk sløg av grafikki, stein- og koparprent, umframt pigmentprent, ið er eitt slag av teldugjørdum grafikki. Myndirnar eru nonfigurativar við rundum, organiskum mynstrum, sum flætta seg inn og úr hvørjum øðrum. Eingin ivi er um, at listamaðurin, sum hetta hevur gjørt, er heimilaður við hollari útbúgving og royndum. Myndirnar hava allar eitt sera snøgt, slætt, gjøgnumhugsað og professionelt úttrykk, sum tykist øvut spontanu, barnsligu, freku og í støðum ljótu og anarkistisku myndunum hjá Tóroddi Poulsen. Sum heild tykjast ógvisligu mótsetningsviðurskiftini at vera til gagns fyri myndirnar hjá báðum listamonnunum.
Úrslit
Tað var einaferð mitt í hálvfemsunum, at gongd kom á myndlistarligu royndir Tórodds, men í veruleikanum hevur myndlistarligi áhugin altíð ligið frammarlaga hjá honum. Meðan hann skrivar yrkingar vaksa smáar tekningar óavvitandi fram millum orðini. Smáir súkklarar ella fet ella stólar geva seg sveimandi til kennar millum orð og aðrar tekningar á pappírinum. Summi halda myndlistarliga úttrykkið hjá Tóroddi vera provokerandi, so lætt og ómakaleyst tað tykist. Til tað er at siga, at tað lætta sjálvsagt ikki er tað lættasta at fáa fram. Tíðarskeiðið, Tóroddur Poulsen hevur arbeitt við myndlist, er kanska ikki so drúgt, men afturfyri hevur hann veruliga drivið á hetta tíðarskeiðið. Grafiski Verkstaðurin við Jan Anderson og Fríðu Brekku hevur verið eitt serstakliga fruktagott arbeiðspláss hjá Tóroddi, sum at kalla hevur arbeitt í herðindum í verkstaðnum tær vikurnar, hann hevur verið heima í Havn. Úrslitið kunnu vit fegnast um á framsýningini í Norðurlandahúsinum og í tí nýggja yrkingasavninum, sum Tóroddur sjálvur hevur myndprýtt. Eitt annað úrslit, sum listamaðurin sjálvur kann fegnast um, er innbjóðingin, hann hevur fingið at hava serframsýning í Sønderjyllands Kunstmuseum í oktober komandi ár. Framsýningin “Súgur” verður hangandi í Norðúrlandahúsinum til 1.februar. “Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer” er útgivið á Mentunargrunni Studentafelagsins og fæst í bókabúðunum.