Albert Ellefsen er farin út starvinum sum virkisleiðari á Føroya Fiskavirking í Miðvági. Hann helt seg ikki kunn halda fram, eftir at virkið hevði arbeitt matvørur við dálkaðum vatni.
?Tað er rætt, at beinleiðis orsøkin til, at eg eri farin úr starvi, er hatta málið um dálkaða vatnið, sigur Albert Ellefsen. Eg havi sjálvur valt at siga meg úr starvi, sigur hann.
Tað er ikki fyrstu ferð, at Føroya Fiskavirking í Miðvági hevur havt trupulleikar av skitnum vatni, sigur Albert Ellefsen. Og hann legur afturat, at hann longu framman undan hesi hendingini hevði gjørt av, at um slíkt hendi aftur, átti hann at leggja frá sær. Ta avgerðina hevur hann so uppfylt nú.
?Eg eri øgiliga keddur av at noyðast at fara úr hesum starvinum. Tað var eitt dreymaarbeiði eg hevði, sigur hann. Eg treivst væl og haldi, at eg kom væl út av tí við fólkið eisini.
Albert Ellefsen er einki fyri at gera nakrar viðmerkingar annars til støðuna, sum hon er í dag. Tó sigur hann, at hann vónar, at virkið kann fara í gongd aftur heilt skjótt. Men tað krevur, at Miðvágs Kommuna tekur seg saman og fær eina endaliga loysn á hesum trupulleikanum, sum ikki er nýggjur.
?Tað ber heilt einfalt ikki til, at slíkt skal endurtaka seg, sigur Albert Ellefsen, fyrrverandi virkisleiðari á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági.
Mist álitið
Stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, er kanska meira rísin enn harmur um tað, sum hent er.
?Vit hava heilt einfalt mist alt álit á Miðvágs Kommunu, sigur hann. Tað líkist púra ongum, at vit hava framleitt matvøru í fleiri dagar við dálkaðum vatni, samstundis sum kommunan hevur vitað av, at brot hevur verið á vatnveitingini, og at vatn tískil hevur verið tikið aðrastaðni frá enn bara úr vanligu veitingini.
Og tað er ikki nokk við tí, sigur Meinhard Jacobsen. Føroya Fiskavirking hevur eisini fyrr í summar verið í holt við Miðvágs Kommunu og víst á júst vandan, sum standast kann av, at vatnið verður dálkað.
?Tann 27. juni í ár frættu vit, at ein bóndi í Vágum ætlaði at fara at spræna tøð fram við vatngoymsluni í Miðvági. Tá talaðu vit at á einum fundi, vit fingu við kommununa. Tað varð so steðgað, júst tí, at vit vístu á, hvat tað kundi fara at kosta, um vatnið varð dálkað, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking.
Hann sigur seg hava frætt, at ein maður, sum hevur við vatnið hjá Miðvágs Kommunu at gera, hevur veirð á havnarlagnum í Miðvági og har sagt onkrum, sum arbeiðir á Fiskavirking, at galið er við vatninum. Men eingin formlig frábðan er komin frá kommununi til leiðsluna á Føroya Fiskavirking.
?Vit halda tað vera skomm fyri Miðvágs Kommunu, at teir hava hildið hetta dult bæði fyri okkum og eisini fyri borgarunum í kommununi. Hetta líkst ongum, og vísir bert, at Miðvágs Kommuna er eitt serdømi í at rigga illa, sigur ein ilskur Fiskavirkisstjóri.
Øgiligar avleiðingar
Hetta fær stórar avleiðingar fyri virkið og ikki minst fyri øll tey fólkini, sum dagliga hava arbeitt á virkinum.
Virkið liggur stilt og fer at gera tað, líka til heilt greitt er, at Miðvágs Kommuna endaliga og fullgott hevur loyst hendan trupulleikan, sigur Meinhard Jacobsen.
Hann heldur tað vera út av lagi vánaliga handfaring av nógv tí størsta arbeiðsplássinum í oynni, at tað skal fara so illa av kleyvarskapi.
?Vit vita, at vøra er dálkað og arbeiða framvegis við at taka royndir av tí, vit hava framleitt. Talan er um hundraðtals - kanska túsundtals - royndir, vit noyðast ígjøgnum, til vit við vissu kunnu siga, um hvør einstakur pakki er dálkaður ella ikki. Og tað er ikki smávegis.
Var hetta fyrstu ferð, var tað so tað, tað er, sigur hann. Men hetta er hent fyrr. Eitt nú misti virkið í Miðvági einar fimm milliónir krónur í 1998, júst av somu orsøk, vísir hann á.
Árið í ár verður helst nakað slakt, sum útlitini í løtuni eru. Í fyrsta lagi lá virkið stilt í ein mánað i vár, meðan verkfallið var. Nú hevur verið stongt í einar fjúrtan dagar orsakað av bakterium í vatninum. Og eftir ætlan skal ein størri um- og útbygging gerast á virkinum seinni í heyst.
?Var tað soleiðis, at vit høvdu fingið fráboðan frá kommununi um, at galið var við vatnveitingini, kundi vit kanska samskipað hendan steðgin og útbyggingina eitt sindur, sigur Meinhard Jacobsen. Men soleiðis er ikki.
Tað eru í sær sjálvum ikki bakteriurnar í vatninum sum so, ið eru trupulleikin, vísir Meinhard Jacobsen á. Tað er meira tað, at vatnið, sum tikið er úr áunum, er so gruggugt av mógvi og mold, at UV strálurnar á reinsiverkinum, sum skuldu dripið bakteriurnar, ikki klára at treingja ígjøgnum hetta brúna vatnið, sigur hann. Tær eru slopnar ígjøgnum leiðingina og eru endaðar á virkinum hjá Føroya Fiskavirking og ivaleyst í vanligum sethúsum í Miðvági eisini, heldur hann.
Borgarstjórin í Miðvági, Jóan Pauli Fredriksen, var ikki at hitta, tá roynt varð at fáa viðmerkingar frá honum til málið, áðrenn blaðið fór til prentingar.