Skjótálop góvu mál

TB hevði bóltin meiri, men tað var NSÍ, sum var vandamiklari og vann dystin

 

NSÍ-TB 3-1 (1-1)

2. deild


Runavíkingar togaðu seg mánadagin heilt upp í oddan í 2. deild, tá teir sendu tvørámenn suðuraftur við ongum.

TB hevði bóltin nógv, men teir skaptu ikki teir stóru kjansirnar. Hinvegin vóru skjótálopini hjá NSÍ vandamikil, og tað vóru eisini vertirnir, sum gjørdu fleiri mál.

Fyrsta málið kom longu eftir einar sjey minuttir. Eitt skjótt NSÍ-álop endaði við, at Sverri Justinussen varð feldur í brotsteiginum, og tað gav runavíkingum brotsspark. Úr ellivu metrum sendi Bergur Hansen bóltin í meskarnar.

NSÍ hevði tveir góðar málmøguleikar afturat fyrra umfarið, men tað var TB, sum javnaði stutt fyri hálvleiksstegðin.

Tvørámenn sendu eitt fríspark inn í brotsteigin, og har rann Zoran Mancic í bóltin og stútaði hann fram við NSÍ-málverjanum. So var støðan 1-1, og liðini fóru løtu seinni til hálvleiksteðg.


Tvey mál afturat

Í seinna hálvleiki helt leikliga yvirvágin hjá TB fram, men NSÍ?arnir vóru allatíðina klárir at fara í skjót mótálop, og tað var eisini eitt slíkt álop, sum gav bonus, tá okkurt um ein tími var spældur.

Ein bóltur varð sendur til Fróða Jóanesarson, sum tamdi við bringuni. Hann fór fram við einum TB-verjumanni, áðrenn hann sendi bóltin flatt í netið heilt úti við nærra stólpan.

Eftir hetta tóktist tað, sum TB?arnir fullu eitt sindur í fátt, og tá eitt korter var eftir at spæla, staðfesti NSÍ sigurin.

Hesaferð var tað ídni og kviki miðvallarin, Jan Nónklett, sum eftir bandaspæl við Bjarka Danielsen gjørdist einsamallur við málverjanum. Jan sveik ikki og gjørdi tað til 3-1 til NSÍ.

Sigurin hevði við sær, at NSÍ tók enn eitt stig fram móti oddanum í 2. deild.


NSÍ-TB 3-1 (1-1)

1-0: Bergur Hansen

1-1: Zoran Mancic

2-1: Fróði Jóanesarson

3-1: Jan Nónklett