Skjóting í handilsmiðstøð

Ein maður við gekkaskorti fór í nátt inn í eina handilsmiðstøð beint uttan fyri býin Portland í amerikanska statinum Oregon og fór at skjóta eftir fólki, sum vóru og keyptu.

Løgreglan sigur, at maðurin rakti tvey fólk so meint, at tey doyðu, og ein 18 ára gomul genta varð særd. Løgreglan leggur afturat, at byrsumaðurin er eisini deyður, men hon sigur ikki, hvussu tað hendi.

­Vitni hava greitt frá, at tey hoyrdu minst 20 skot.

Sambært sjónvarpinum CNN vóru meiri enn 10.000 fólk inni í handilsmiðstøðini, tá maðurin fór at skjóta.